Svenska fjølmiðlanevndin hevur fríkent tíðarritið Tiden og dagbløðini Expressen, Aftonbladet og Sydsvenskan, tí hesi hava almannakunngjørt eina satiriska mynd av Silviu drotning.
Talan er um eina fotomontasju, har drotningin sæst lyfta gólvteppi fyri at skúra ein nazistiskan kross, eitt svastika, av gólvinum.
Aftanfyri sæst Carl Gustav kongur og fleiri av vinmonnum hansara, meðan teir fáa sær pizzapetti av kroppinum á eini naknari kvinnu, ið skal hava verið elskarinna hjá kongi.
Drotningin fór fyrst til fjølmiðlaumboðsmannin við málinum, men hann fríkendi miðlarnar, og tá fór hon víðari til fjølmiðlanevndina, sum nú eisini hevur fríkent fjølmiðlarnar, sum høvdu almannakunngjørt myndina.
Um okkurt er satira, provokerandi og møguliga til og við skelkandi, velst um eyguni á tí, ið sær tað, sigur blaðstjórin á Expressen, Thomas Mattson, ið ikki skilir yvirhøvur, at Silvia drotning er farin so langt við hesum málinum.