Eyðfinn Petersen, sum herfyri varð koyrdur frá sum formaður í Havnar Handverkarafelag, góðtekur ikki tær atfinningarnar, sum herfyri førdi til, at hann mátti frá.
Hann sigur nevniliga, at tað er onki hald í skuldsetingunum.
Eftir tí, sum nývaldi formannin, Eli Brimsvík, segði við Sosialin leygardagin, varð Eyðfinn Petersen koyrdur frá, tí hann var farin ov illa við peningaligu ognunum hjá felagnum.
Eitt nú hevði hann keypt ein skutara.
Men meiri álvarsamt tóktist at vera, at ímeðan hann var formaður, hevði Havnar Handverkarafelag sett eina millión í partapeningi Atlants Kolvetni.
Hann segði eisini at á aðalfundinum fekk Eyðfinn Petersen tey kravboð frá hinum nevndarlimunum, at antin fór hann, ella fóru allir hinir nevndarlimirnir. Og tá ið Eðyfinn Petersen ikki var til at vika, gjørdu teir álvara av hóttanunum og søgdu seg frá. Stutt eftir varð Eyðfinn Petersen kortini koyrdur frá á einum eykaaðalfundi.
? Hetta er beinleiðis ósatt, sigur Eyðfinn Petersen.
Hann sigur, at tað er langt síðani at tríggir av nevndarlimunum skrivliga boðaðu frá, at teir tað lá ikki fyri at vera í nevndini longur og at teir ætlaðu sær frá á aðalfundinum.
? Ein av teimum varð fluttur úr Havn, aðrastaðir at búgva, ein sigldi úti og tann triði hevur í eitt heilt ár tosað um at sleppa frá av persónligum orsøkum
?Hetta er tann beinleiðis orsøkin til, at tríggir av nevndarlimunum fóru frá.
Heilt ?genialt?
Hann vísir eisini aftur, at nakað skeivt er farið fram í sambandi við partapeningin í Atlants Kolvetni.
? Tað, sum er farið fram í tí sambandinum, er samtykt í nevndini og tað er ikki eitt mál, sum skal leggjast fyri nakran aðalfund.
Eyðfinn Petersen sigur, at í staðin fyri at hava peningin standandi í einum donskum banka, og koma tí samfelagnum til góðar, gjørdi nevndin av at taka peningin heim, so teir kundu arbeiða her, og koma okkara samfelagi til góðar.
?Vit fingu eina serstakliga góða avtalu við Føroya Banka og lótu tað upp í hendurnar á serfrøðingunum har, um at seta peningin, har tað var best fyri okkum.
?Føroya Banki hevur sett peningin í ymiskt fyri at spjaða vágan, soleiðis sum tryggingareftirlitið fyriskrivar -og fyri at fáa so góða rentu, sum gjørligt.
Eyðfinn Petersen sigur ,at nevndin í Havnar Handverkarafelag fer ikki at áleggja Føroya Banka, hvar hann skal seta peningin, tí tað hava vit ikki skil fyri. ? Tað vildu vit hava serkunnleikan til.
? Men tað var Føroya Banki, sum mælti okkum til at seta eina millión í Atlants Kolvetni.Og tað var heilt ?genialt?, tí oljufelagið hevur so mikið stóran eginpening, at rentan av honum er ríkiligt, bæði til raksturin felagnum og til at leggja so mikið afturat partapengunum, at at tað byrgir upp fyri inflatiónini, so at hann ikki fellur í virði.
? Men sum við einhvørjari íløgu, er sjálvandi ongin vissa fyri, at partapengarnir kastar nakað av sær sum so.
? Men verður Atlants Kolvetni við í oljuleitingini, fara partabrøvini at hækka munandi í virði. Og verður olja funnin, fer virðið heilt upp ígjøgnum.
Hann leggur afturat, at fyri at tryggja sær, at alt var í lagi, spurdu nevndin seg til ráðs hjá sakførara felagsins, og hann segði, at onki var til hindurs fyri at Havnar Handverkarfelag setti pening í oljufelagið.
Fráfarni formaðurin sigur, at av tí sama, er tað sjálvandi ikki heilt ítøkiliga samtykt, at vit skuldu seta pening í Atlants Kolvetni. ? Men tað er eitt heilt natúrligt úrslit av samtyktini um at biðja Føroya banka umsita peningaligu ognir okkara, soleiðis, at vit fingu sum mest burturúr. Men tá ið bankin spurdi okkum, var tað ongin av okkum, sum hevði nakað ímóti tí.
? At so grannskoðari okkara, sum eisini er grannskoðari hjá Føroya Banka, so kastar torvmold í eyguni á fólki á aðalfundinum í Havnar Handverkarafelag, og samanber partabrøvini í Atylants Kolvetni við ein happadráttarseðil, er ein heilt onnur søga.
?Við hesum hevur hann óbeinleiðis sagt, at Atlants Kolvetni er onki vert, og at íløgurnar, sum Føroya Banki ger fyri síni viðskiftafólk, eru onki verdar.
Tað er eisini at leggja seg út í viðurskifti, sum hann onki hevur við at gera.
Eyðfinn Petersen sigur, at tað er annars langt síðani, at nevndin boðaði grannskoðararnum frá, at hon var so ónøgd við hann, at hon fór ikki at mæla til, at hann varð afturvaldir.
? Eitt nú halda vit, at hann hevur gjørt alt ov lítið fyri okkum í pensjónsmálinum.
Men Eyðfinn Petersen vil kortini ikki siga um hann heldur, at hetta var orsøkin til, at grannskoðarin sjálvur segði seg frá.
Eitt hent amboð
Hann dugir heldur ikki at síggja nakað skeivt í at hava keypt skutaran-og tað var eisini samtykt í nevndini.
? Tað er ikki av ongum, at bæði Býráðið, Postverkið, og aðrir stovnar hava útvegað fólkinum skutara.
? Tað er fyri at sleppa skjótt og væl fram í einum høvuðsstaði, sum er ovbyrjaður av bilum. Og skutarin fær ikki parkeringsbót.
Eyðfinn Petersen sigur, at skutarin hevur koyrt góðar 1.500 kilometrar. So kann nevndin, sum nú er, rokna tað um til hýrubilar
? Ella hugsar nevndin sær, at vit skulu gera øll hesi smáørindini í bili.
Ella hvør heldur nevndin, skal oyðilegja sær motorin av øllum hesum smáu túrunum, har motorurin ongantíð verður heitur, spyr Eyðfinn Petersen.
Tí sær hann framvegis skutaran um eitt neyðugt, og sera hent arbeiðsamboð, tí tað hevur gjørt arbeiðið nógv lættari.