Tá undanfarni landverkfrøðingur varð uppsagdur eftir nógv ára trúgva tænastu, skuldu Landsverkfrøðingurin og Strandferðslan leggjast saman. Fólk frá Vinnumálastýrinum komu á dyr á Landsverksfrøðingsstovninum við nýggjum stjóra í skapi av strandferðslustjóranum, men máttu broyta ætlan, tí hendan ætlan als ikki var gjøgnumhugsað og heldur ikki bar til, hóast tað óivað hava verið fólk við góðum prógvum og drúgvum royndum aftaná hesi prógv, ið stílaðu fyri. Hendan grova feilvurdering av støðuni átti at elvt til broytingar í Vinnumálastýrinum ella til at Finnbogi Arge tók onkra avleiðing av hesum. Avleiðingar eru eftir øllum at døma fyri øll onnur enn Landstýrimannin í Vinnumálum og stýri hansara, og ístaðin fyri at viðganga, at hava gjørt eitt mistak, so lata teir sum um, at málið er handfarið skilagott og professionelt, hóast veruleikin er ein annar. Fakta er, at samanleggingin millum Strandferðsluna og Landsverkfrøðingin varð av ongum, og nú fer Vinnumálastýrið ein heilt annan og óivað skilabetri veg viðvíkjandi SL. Tað tykist sum um, at Landstýrismaðurin í Vinnumálum og stýri hansara ikki leggja í hvønn veg bilurin koyrir, so leingi teir sleppa at sita við róðrið.
Hvat fer nú at henda við landsverksfrøðingsstovninum? Vit hava eina strandferðslu, ið fær eina játtan uppá meira enn 50 milliónir á fíggjarlógini og hevur eina fíggjarætlan, ið javnvigar við væl yvir 100 milliónum, men ikki ber til at finna 1,8 millión uttan, at politiska skipanin skal mobiliserast. Eitt minstamark av felksibiliteti eigur at kunna krevjast av einum landsstovni. Er talan harafturímóti um eina deild undir Vinnumálastýrinum, so er skilligt, at umrokeringar í fíggjarætlanum ikki bera til, uttan at farast má til hægsta stað. Men er hettar støðan í dag, so er gingið í ring viðvíkjandi Strandferðsluni. Fyrr í tíðina var ?administrator? heitið á tí, ið stjórnaði Strandferðsluni. Eftir hettar fekk man stjóra, og synd hevði verið, um man nú vendir aftur til administrator, ið ikki tekur avgerðir og mennir, men bíðar eftir boðum úr hægri stað viðvíkjandi eitt nú upphæddum uppá minni enn 2% av samlaðu fíggjarætlanini, ið var alt ið kravdist til leigan av hóskandi suðuroyarskipi. Landsverksfrøðingsstovnurin hevur altíð verið ein sera sjalvstøðugur stovnur, ið eigur sín stóra part av menningini av hesum samfelag. Synd hevði verið, um hesin stovnur gjørdist meinlíkur eini deild undir Vinnumálstýrinum, har leiðslan fær trongar karmar at virka undir og harafturat ikki fær tekniskt mótspæl frá stýrinum.
Vit hava á hesum stað eftirlýst einari lýsing av eitt nú Vinnumálastýrinum á sama hátt sum Landsverksfrøðingsstovnurin varð lýstur herfyri, men einki er komið úr Vinnumálastýrinum ella Landstýrinum. Landsins hægsta stað eigur at ganga á odda sum fyrimynd fyri stovnar og borgarar annars, og tí tykist tað heldur óskilligt, at ein lýsing av tí tilfeingi og bygnaði, ið við hegni og skili skal verða við til at skapa framburð og menning í hesum samfelagi, ikki verður gjørd. Ein slík lýsing við eitt nú starvsaldri eftir loknari útbúgving hjá lyklastarvsfólki hevði óivað endurstovnað álit á handfaringarevnini hjá Finnboga Arge og pørtum av umsiting hansara, ið hava verið sera ivasom serstakliga í omanfyrinevnda máli. Vónandi fáa vit í framtíðini eina politiska leiðslu, ið torir at fara til botns í omanfyrinevnda máli.