Konsert
Free Føroyar tokið koyrir aftur. Hesaferð verður steðgað á á Sandoynni. Fríggjakvøldið verður Samljóð í Skopun vertur fyri einari Free Føroyar konsert. Free Føroyar eru konsertir, ið Unga Tjóðveldið hevur skipað fyri nakrar ferðir nú. Roynt hevur verið við sovorðnum konsertum bæði innandura og uttandura, og áhugin hevur sum heild verið stórur. Nú verður farið ?on the road? við frælsistónunum, og Sandoyggin stendur fyri tørni. Tað er heldur ikki av tilvild, at Unga Tjóðveldið hevur valt sær júst Sandoynna. Tjóðveldisflokkurin skal um sama mundið hava floksting í oynni, so tað liggur ræðið fyri at halda konsert. Men tað krevur nógva fyrireiking, orku og vælvilja at fyriskipa eitt tílíkt tiltak, ljóðar tað frá fyriskiparanum.
Bólkarnir, ið trína á pallin fríggjakvøldið, eru: Side Effect, Marigold, Tónar, Iris, Grønt Fótslím og Human Caos. Teir flestu av hesum bólkum eru kendir bólkar í Føroyum. M.a. hava fleiri teirri roynt seg í Prix Føroyum.
?Free Føroyar er ein sýnisgluggi fyri føroyskan tónleik, ið virkar eftir tí grundhugsan, at føroyingar eru serstøk tjóð í heiminum, og at hetta eisini er galdandi innan tónleikaheimin, sigur Unga Tjóðveldið í tíðindaskrivi. Tey siga tiltakið varpa ljós á føroyskan tónleik og Føroyar.
Free Føroyar konsertin er ókeypis fyri øllum, eisini teimum, ið ikki taka undir við Tjóðveldisflokkinum. Møguleiki verður á konsertini at keypa sær ?Free Føroyar? troyggur, fløgur og ymiskt annað spennandi, siga fyrireikararnir.
Unga Tjóðveldið vónar at síggja so nógv fólk sum gjørligt til tiltakið fríggjakvøldið í Skopun.