Frælsur ítróttur betur fyri

Hóast tað er ein minni hópur í frælsum ítrótti, sum fer til Oyggjaleikirnar á Álandi hesa ferð, samanborið við á Rhodos í 2007, er talan um ein betri hóp

FRÆLSUR ÍTRÓTTUR

 

Átta fólk eru tikin út til føroyska oyggjaleikalandsliðið í frælsum ítrótti, sum um ein góðan mánað skal royna seg á Oyggjaleikunum á Álandi. Talan er um trý fólk í kastigreinum og fimm rennarar.

– Eg haldi, at vit hóast vit hava ein hóp, sum er heldur minni enn síðst, er talan um ein heldur betri hóp. Vit hava javnt betri fólk við hesa ferð, sigur Niels Jákup Jakobsen, næstformaður í sersambandinum, Frælsur ítróttur Føroya ella FÍF. Hann verður liðleiðari hjá hópinum á Álandi.

– Vit hava ikki slakað við upptøkukrøvunum, sum eru, at fólk í minsta lagi skulu klára 750 stig eftir IAAF-stigatalvuni. Onkur hevur verið nær við, men akkurát ikki klárað tað. Eg kann sum dømi nevna, at vit høvdu ein rennara, sum bara var fýra hundraðpartar frá kravtíðini í 200 metra renning og tí heldur ikki slapp við, hóast tað var nær við.

 

Heiðursmerkjavónir

Í frælsum ítrótti í oyggjaleikahøpi er Heri Ziska framvegis ein av tungvektarunum, og Niels Jákup væntar, at um Heri sleppur undan skaða, er hann enn eina ferð eitt boð um á eitt heiðursmerki í klingruvarpi.

Á Rhodos fyri tveimum árum síðani vann Heri bronsu í klingruvarpi og var nummar fimm í sleggjuvarpi, men hesa ferð er hann bara við í klingruvarpi. Bronsumerkið hjá Hera var einasta heiðursmerki, Føroyar vunnu í frælsum ítrótti í 2007.

Eisini kann tað gerast spennandi, hvat kvinnurnar fáa burturúr á 10.000 metra teininum í renning, har bæði Bjørk Herup Olsen og Súsanna Skylv Sørensen eru við. Í einari kapping í mars mánaði var Bjørk bara 15 sekund framman fyri Súsannu, og tíðin hjá Bjørk ta ferðina, sum var 37 minuttir og 25 sekund, var akkurát tann sama sum gulltíðin á Rhodos.

– Skal eg nevna tvey, sum eru góð boð upp á heiðursmerkjavinnarar, so eru tað Heri og Bjørk, men eisini kann tað verða spennandi at síggja, hvat Súsanna kann avrika, sigur Niels Jákup Jakobsen, sum staðfestir, at talan er um eitt sindur av einum ættarliðsskifti hesa ferð.

– Tveir av okkara royndu rennarum, Guttorm Sørensen og Rigmor Napoleonsdóttir Arge, eru ikki við, men í staðin hava vit tveir spildurnýggjar rennarar, sum eru nakað nógv ár yngri enn tey bæði. Tað eru Rebekka Fuglø og Rúni Seloy, sum er úttikin eftir úrslitum í talentbólkinum. Bara henda broytingin skumpar miðalaldurin langt niður á liðnum.

 

Nógv gott á veg

So at siga øll árini hevur oyggjaleikalandsliðið í frælsum ítrótti verið dominerað av rennarunum, ið renna teir longru teinarnar, og orsøkin til tað hevur snøgt sagt verið, at tað er tað einasta, umstøður hava verið til. Men nú Tórsbreyt er komin í Havn, gevast aðrir møguleikar, tá hugsað verður fram í tíðina.

– Høvdu vit havt fingið rennibreytina eitt sindur fyrri, kundu vit kanska longu nú sæð ítøkilig úrslit av tí, tí breytin gevur heilt aðrar møguleikar, sigur Niels Jákup Jakobsen.

– Óansæð, so vænti eg, at vit koma at síggja nógv fleiri sprintarar komandi árini, tí tað við rennibreytini eru nógv betri møguleikar at gera meira burtur úr venjingini á styttru teinunum. Men yvirhøvur síggja vit, at nógv ung og evnarík fólk eru á veg, so framtíðin sær bara bjørt út fyri frælsum ítrótti, haldi eg.