Leygarkvøldið bjóða Frændur til stóran 25 ára føðingardag í Klaksvík. Føðingardagsbørnini bjóða nýggjar sangir, gomul hitt, sushi og gestasangara
Leygarkvøldið halda Frændur føðingardag í heimstaðnum Klaksvík. 25 ár eru liðin síðani fyrstu útgávuna hjá fólkakæra bólkinum, og tað feirar Frændur við nýggjari útgávu og stórum føðingardagskonsertum.
Fyri 10 døgum síðani var stóra gildið í Havn, og tá vóru eini 1300 fólk til konsertina, sum var eitt satt brak. Nú verður hetta tiltakið endurtikið í Klaksvík.
Konsertin leygarkvøldið byrjar klokkan 22.00, tá ið Etika bjóðar sushi. Frændur fara at hava tvær framførslur á pallinum, og harafturat verður ein annar bygdamaður hjá Frændum, Hanus G. Johansen, eisini at hoyra.
Móttøkan av nýggju fløguni hevur verið sera góð, og fløgan hevur eisini selt væl fyrstu tíðina. Sangurin Røddir liggur hesa vikuna ovarliga á 15 teimum bestu.
- Vit eru sera fegnir um, hvussu væl vit eru móttiknir bæði á palli og fløgu, og vit gleða okkum at sleppa at halda føðingardag í Klaksvík, sigur Steintór Rasmussen, sum er ein av høvuðslimunum í Frændum.
Frændur spældu á Summar Festivalinum í ár, men tað eru liðin nógv ár síðani eina veruliga Frændur-konsert í Klaksvík.
- Tað er hugaligt og spennandi at spæla aftur í Klaksvík og at hava nýggjar sangir við sær á pallin, sigur Steintór Rasmussen.
Atgongumerki til stóra gildið í Klaksvík leygarkvøldið fáast í forsølu í Miðlahúsinum, hjá Effo í Klaksvík og á ebillett.fo