Frá ærligari kapitalismu til syndugt kasinospæl

Kapitalisman hevur víst seg sum eina órættvísa, miskunnarleysa og óndsinnaða hugsjón, og hon skuldi verið steðgað, so veruligt fólkaræði kundi verið sett í hásæti aftur, er boðskapurin hjá Michael Moore í filminum »Capitalism - a love story« frá 2009. Kapitalistiska skipanin, sum rendi seg fasta í 2008, rændi 700 milliardir dollarar frá amerikanska fólkinum tveir mánaðir, áðrenn Barack Obama vann á republikanarunum á forsetavalinum. Fyri hetta ránið áttu tey seku at verið sett føst, heldur Michael Moore

»Hetta er ein døpur tíð fyri amerikanska búskapin. Serfrøðingar siga, at um Kon­gressin ikki leggur uppí, kann USA enda í fíggjarligum ruðuleika. Fleiri bankar kunnu fara á heysin, eisini bankar í tínum nærumhvørvi. Kursirnir fara at falla, og tín pensjón verður minni verd. Virðið á tínum húsum fer at falla, og vit fara at síggja fleiri húsagangir. Eigur tú eina fyritøku, kann gerast verri at fáa lán, og truplari verður eisini at fáa lestrarlán. Milliónir kunnu missa arbeiðið.«
Við hesum orðum royndi George Bush í august 2008 at sannføra ameri­kanska fólkið um, at búskaparliga ólukkan hjá USA nærum var vís. Enda­málið var ikki alfaðirliga at greiða frá truplu støðuni í landinum, men at skapa undirtøku fyri, at stóru ameri­konsku fíggjarfyritøkurnar skuldu sleppa at ræna 700 milliardir dollarar úr ameri­kanska statskassanum. Vápnið hjá George Bush var at spjaða ræðslu mill­um fólk, og átakið eydnaðist. 700 milliardir dollarar vórðu stutt eftir sprændar í amerikanska fíggjarkervið.
Hetta er ið hvussu er útleggingin hjá amerikanska filmsframleiðaranum, Michael Moore, í filminum »Capitalism – a love story« frá 2009. Michael Moore hevur ongantíð krógvað, at hann hevur verið ímóti øllum tí, sum George Bush og hansara partamenn í republikanska flokkinum hava staðið fyri, og í filminum ger hann upp við kapital­ismuna sum eina fyrilitaleysa hugsjón, ið fjálgar um tey fáu og tekur arbeiðini frá milliónum av hampa­fólkum og rekur tey frá húsi og heimi.
 
Óheiðurliga hugsjónin
Filmurin byrjar við, at ikki færri enn seks politibilar koma á gátt hjá eini heilt vanligari familju í USA og biðja hana sleppa sær á dyr, tí húsini skulu latast øðrum. Fólkini vilja av prinsipiellum ors­økum ikki lata upp, tí tey vilja hava løgregl­una at bróta sær veg inn í húsið. Og tað ger løgreglan so. Út má familjan at finna sær tak yvir høvdið onkra aðrastaðni, tí hon eins og so mangar aðrar familjur læt seg lokka at taka tey so­nevndu subprime-lánini, ið tóktust so tølandi, men gjørdust ómøgulig at gjalda aftur.
Kapitalistarnir reyvrenna altíð tann minni menta, er boðskapurin hjá Michael Moore, og í filminum ger hann upp við ta afturvendandi hálovingina av tí sonevnda frælsa fyritaksseminum, ið kapitalisman altíð hevur verið sett í samband við. Frælsa fyritakssemið kundi væl lýsast sum eitt positivt hug­tak, sigur ein av keldunum hjá Michael Moore, tá talan var um lítlar býir, har hvør maður fekk sær ein lítlan handil, og kundarnir flokkaðust um tann hand­ilin, ið hevði bestu vørurnar. Tað var ærlig kapitalisma.
Men kapitalisman í dag er langt frá so heiðurlig, og teir størstu kapitalistarnir framleiða ikki á ærligan hátt tað, sum fólk vilja hava. Teir spæla vandamikil spøl við milliardum, og tá spølini mis­eydnast, skaða tey øll, ikki minst hart­arbeiðandi húsaeigarar. Teir størstu aktørarnir í hesum meldrinum, tær stóru fíggjarfyritøkurnar, ið prædika um júst frælsa fyritakssemið, falla ikki, tá tær ikki longur kunnu standa, eins og liberalisman fyriskrivar. Tær koma rínandi og hvínandi til tað almenna og biðja um at verða bjargaðar.
 
Stýrið eitur plutonomi
Michael Moore er sjálvur úr býnum Flint í Michigan. Hann brúkar býin sum dømi um, hvussu kapitalisman er mis­eydnað kring alt landið, tí har í býnum er tað mesta farið á heysin, og fólk eru rikin úr sínum húsum. Hann fer á gátt hjá gamla presti sínum at spyrja, hvat prestur heldur um kapitalismuna í dag. Hon er synd, sigur hann, tí hon virkar ímóti áhugamálunum hjá fel­ags­skapinum, hon virkar ímóti mis­kunn­semi, og hon gongur ímóti øllum rætt­vísi. Á radikalan hátt er hon rætt og slætt ónd, sigur presturin.
Michael Moore heldur fram og sigur, at USA er ikki nakað demokrati, men eitt plutonomi, sum merkir, at ein everska lítil minniluti stýrir øllum búskapinum og tí hevur valdið í landinum. Fyri at undirbyggja hetta vísir hann á eitt kunn­ingarskriv, sum Citibank sendi sín­um ríkastu kundum. Í skrivinum fegn­aðist bankin um, at 1 prosent av fólkinum, tann ríkasti parturin, stýrir USA. Einasta hóttanin ímóti hesum veru­leika, skrivaði Citibank, var, at restin av fólkinum hevur eina atkvøðu í part og kann seta fram krøv um, at ríki­dømið verður býtt javnari.
Michael Moore staðfestir, at með­an fólkið hevur 99 prosent av at­kvøð­unum, og stórkapitalistarnir hava alt ríkidømið, hevur eydnast kapital­istunum at fáa tey 99 prosentini at fagna kapitalismuni sum hugsjón. Ja, teir hava við propagandu spent sjálvan Jesus fyri sín vogn og kallað kapitalismuna gudgivna, men tað er hon sanniliga ikki, sigur Michael Moore. Segði Jesus kanska við tann sjúka, at hann vildi ikki grøða hann, tí tann sjúki skuldi sjálvur gjalda sína sjúkratrygging? Bað Jesus tann svanga eta seg mettan av frælsum fyritakssemi? Nei, hann var miskunn­samari enn so, sigur Michael Moore speiskliga.
 
USA sum ein fyritøka
Fyrr í tíðini var kortini als ikki so galið í USA, vísir hann á. Pápin í húsinum ar­beiddi, húsini vórðu goldin, triðja hvørt ár fingu familjurnar nýggjan bil, tær ferðaðust javnan, børnini gingu í skúla, og fólk høvdu fría sjúkratrygging og tann­lækna. Mamman kundi enntá ganga heima, so fræg vóru korini. Sam­stundis varð landið útbygt við veg­um, brúm og øðrum hentleikum, og landið hevði haraftrat ráð at senda raskar menn heilt upp á mánan. Men so kom slangan í paradís, og slangan var poli­tikk­urin hjá Ronald Reagan, ið tók við for­setaembætinum í 1981.
Í filminum talar Ronald Reagan á keyps­skálanum í Wall Street. Undir liðini á honum stendur ein maður, sum sambært Michael Moore líkist einum butlara. Hetta er nevndarformaðurin í risastóru fíggjarfyritøkuni, Merril Lynch. Navn hansara er Don Regan. Hann gjørdist seinni skrivstovustjóri í Hvítu Húsunum. Meðan Reagan talar, fara fólk at klappa, og í hesi løtu nærum skumpar Don Regan undir forsetan og biður hann skunda sær. Hvør biður amerikanska forsetan skunda sær, spyr Michael Moore speiskliga, og svarið er sjálvandi, at tað gera tey stóru kapi­tal­áhugamálini.
Frá tí, at Ronald Reagan steig inn um gáttina í Hvítu Húsunum, varð USA stýrt sum ein fyritøka, sigur Michael Moore. Fakfeløgini skuldu oyðileggjast, milliónir mistu arbeiðið, og skatturin hjá teim­um ríku varð kutaður niður í helvt. Reallønin lækkaði, og fólk máttu liva fyri læntar pengar. Sjúkratryggingarnar bara dýrkaðu. Alt hetta fekk tøl og kursir at fara til himmals á Wall Street, men hjá vanligum húsarhaldum vendu tølini skeivt, og fólk hava bara funnið seg í tí, suffar Michael Moore.
»Frælsa fyritaks­semið er ikki gramni, út­nytting og grov mis­tøk,« sig­ur George Bush einaferð í filminum. Tað er so rímiligt, er kapitalisman ikki akkurát tað, hugsar Michael Moore. Nei, tí George Bush heldur fram og sigur, at »um tú leitar eftir sosialum rætt­vísi og virðing, so er kapitalisman veg­urin fram.« So langar Michael Moore fleiri dømir á borðið, ið vísa svart­astu síðuna hjá kapitalismuni, m.a. dømið um eitt privat fongsul fyri ung­fólk, ið fær spren­fult av almennum stuðli, og sum livir av at fáa so nógv ung­fólk í fongsul sum gjørligt, sama um tey hava gjørt nakað skeivt ella ikki. Sjálv­an dómaran hevur fongslið so mutrað fyri at fylla klivarnar.
 
Pengar í teimum deyðu
Vilja vit hava fyrilitaleysa kapitalismu fram um rættarligt rættvísi, er spurn­ingurin, vit skulu svara, tá vit hava hoyrt hesa søguna, og Michael Moore heldur so fram at leggja dømir á borð­ið. Hann vitjar inni hjá konu, sum misti mannin, tí maðurin doyði av krabba­meini. Fyritøkan, sum maðurin arbeiddi hjá, hevði teknað eina trygging ímóti deyða hansara, og tá maðurin var farin, fekk fyritøkan eina klekkiliga upp­hædd útgoldna. Ein sakførari sigur í film­inum, at við hesi skipan hevði fyri­tøkan í veruleikanum eitt ynski um, at maðurin doyði, tí so fekk hon pengar burtur úr tí.
Michael Moore situr eisini inni hjá manni og tveimum børnum, ið mistu mammuna, tá hon var einans 26 ára gomul. Hon starvaðist hjá Wal-Mart. Fyritøkan hevði tryggjað seg ímóti, at øll 350.000 starvsfólkini skuldu doyggja, og tá mamman doyði, fekk Wal-Mart útgoldið 81.000 dollarar í endur­gjaldi, meðan familjan onki fekk. Greitt verður frá, at fyritøkur, sum á hendan hátt tryggja seg ímóti, at starvsfólkini doyggja, fáa mest burt­ur úr starvsfólkum, sum doyggja ung, tí tá er skaðin størstur og mest óvænt­aður. »Dead Peasants« hava summ­ar fyritøkur kallað tílík deyðsføll í innan­hýsis skjølum.
Her er tað, at Michael Moore hál­ar prestin inn á pallin og kallar kapital­ismuna synd og óndskap, tí hvussu djúpt kann hon søkka í síni jagstran eftir vinningi? Tá hevði Dr. Sachs, sum á sinni fann vaksinuna ímóti polio, helt øðrvísi samvitsku. Hann kravdi ikki at fáa patent upp á sína vaksinu, so hann kundi gerast ríkur. Hann hevði nóg mikið at liva av sum starvssettur gransk­ari, og tá ein tíðindamaður spurdi, hvør átti patentið, svaraði hann, at har fanst onki patent, tí øll fólk í verð­ini áttu vaksinuna. Á sama hátt, sum ongin kundi eiga sólina, kundi ongin eiga vaksinuna persónliga, segði hann.
Statskassin tømdur
Niðurstøðan hjá Michael Moore er, at tað var ein vanlukka, at alt eftirlit við fíggjar­marknaðinum í USA nærum varð avtikið, so Wall Street kundi sleppa at spæla sær so fyrilitaleyst, at kort­húsið at enda rapaði. Men vitloysið steðg­aði ikki tá. Tá veitslan var at enda komin, og bankar og fíggjarstovnar fóru á húsagang, fluttu fleiri týðandi per­sónar í risastóra íløgubankanum, Goldman Sachs, inn í amerikanska fíggjar­málaráðið, teirra millum fyrr­ver­andi nevndarformaðurin, Henry Paulson, ið gjørdist fíggjarmálaráðharri. Innan­ífrá virkaðu hesir menn so fyri, at vinirnir uttanfyri fingu sínar almennu bjargingarpengar, heilar 700 milliardir dollarar at býta millum sín.
Størri rán er ikki framt ímóti ameri­kanska statskassanum í søguni, heldur Michael Moore, og tí gongur hann eisini í filminum í gøtunum í Washington og vil handtaka teir seku. Sjálvandi slepp­ur hann ikki á gátt nakrastaðni, men poengið er púra greitt, og um tað veru­liga er so, at tey heilt fáu á hendan hátt so dyggiliga snýta tey flestu, at vestur­lendsku búskapirnir eru um at gerast plutonomi og ikki demokrati, tí fólka­ræðið einans er til fortreð hjá teimum stóru kapitaláhugamálunum, so er spurn­ingurin, um ikki grundarlag er fyri polit­iskum flokkum, ið greitt tala søk teirra minni mentu í vesturheiminum. Í ein­um ríkmannaræði eru tey minni mentu jú nærum øll.