Í kvøld sigur Tróndur Arge frá HM-undankappingardystinum millum Lettland og Føroyar, sum byrjar á Skonto leikvøllinum í Riga klokkan 19.45. Til ber at hoyra frásøgnina á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Trónd Arge meta um dystin millum Lettland og Føroyar.
Tróndur Arge er varin optimistur. Mett í mun til tað, sum hann hevur sæð Lettland og Føroyar avrika í seinastu dystunum í HM-undankappingini, har Føroyar spældu ein góðan dyst ímóti Ungarn, og har Lettland vann ein hepnan 1-0 sigur á Andorra, har málverjin hjá Andorra kom skeivt út, so er Tróndur vónríkur um, at stig kann vinnast í dystinum í kvøld. Men, sum altíð fer tað at krevja eitt optimalt avrik.
Føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen hevur ikki endaliga kunngjørt føroyska liðið, men Tróndur Arge heldur seg vita hvør fær møguleikan frá byrjan í kvøld.
Til ber eisini at fylgja dystinum millum Lettland og Føroyar her á in.fo.