Frá tapara til vinnara

Føroyar vunnu sín annar sigur á ráð, tá ið teir mikudagin vunnu 2,5-1,5 móti Kosta Rika

Talv
Bled: Undan dystinum var væntandi at serliga tey trý fremstu borðini fóru at vera strævin at vinna ella at halda javnt. Telvarnir av Kosta Rika hava góð úrslit at vísa á í kappingini, tríggir teirra eru altjóða meistarar. Ein av teimum, hin 14 ára gamli Alejandro Ramirez er longu tiltikin í kappingini, bæði tí hann er eyðkendur at síggja til - altíð gangandi undir fagurt gulum keppi, men serliga fyri talvligu dygdirnar. Í fyrsta umfari fekk hann frálíkt úrslit móti Russlandi, tá ið hann helt javnleik móti stórmeistaranum Alexander Morozevich, sum hevur ikki minnið enn 2707 í rating. Eitt úrslit, sum gav bergljóð um allan talvheimin.
Undan dystinum var greitt at skuldi sigurin koma, so skuldu allir telva tað besta teir dugdu. Vónin var at teir tríggir John Arni Nilssen, John Rødgaard og Heini Olsen kláraðu javnt móti altjóða meistarunum hjá Kosta Rika. Dysturin fór helst at vera avgjørdur á 4. borði, tí Kosta Rika maðurin hevði eitt sindur verri rating enn Eyðun, men hevði kortini sera góð úrslit í ol-kappingini.
Tungu byrðina at avgera dystin fekk Eyðun Nolsøe sum aftur var komin á fjórða borð. Eyðun hevur verið heldur trilvandi tvey tey fyrstu talvini hann hevur telvað, men í dystinum móti Kosta Rika, menti hann seg rættiliga og vístið at tað var ikki av tilvild, at hann mundi fingið javnleik móti stórmeistara í fyrsta umfarinum. Eyðun smurdi mótstøðumannin hjá sær av. Tað gekk eftir vild hjá føringunum, teir tríggir á fremstu borðunum hildu allir javnleik og so var annar sigurin vísur. Eyðun var sera fegin eftir dystin og helt at nú fór at gangast betri at telva eftir tvey tap í fyrstu umførunum.

Korchnoi hugdi eftir John Arna
Á fyrsta borði telvaðu John Arni og Leonardo Valdes rættiliga leingi. John Arni royndi hóast hann hevði svart at vinna talvið, men hann fekk ongantíð avgerðandi fyrimun. Eina løtu vóru fínir áskoðarar. Talvið var komi út í endatalvið og tað var áhugaverd støða. Tað mundi stórmeistarin Victor Korchnoi eisini halda, tí hann hugdi leini eftir talvinum teirra millum. Korchnoi var í sjeyti og áttati árunum millum allar fremstu telvarnar í heiminum, tá umboðaði hann Sovjetsamveldið, nú er hann búsitandi í Sveits. Victor Korchnoi er frálikt dømi um at aldurin ikki hevur nakað serligt at siga í talvi. Korchnoi er 72 ára gamal, men enn millum stinastu telvarnar.
John Rødgaard telvaði eitt ástøðiskent talv. Tað gjørdist skjótt greitt at báðir vóru stinnir í ástøðinum og so samdust teir um ein skjótan javnleik. Teir telvaði ikki meiri enn ein góðan tíma.
Heini Olsen hevði heiðurin av at takast við komandi stórmeistaran Alejandro Ramirez. Ramirez royndi seg við álopið, men Heini sygrdi fyri at støðan alla tíðina var so fløkt at einki kom burturúr og so var javnleikrin eyðsýndur. Í øllum talvinum vóru ikki fleiri enn fýra finnur tiknar.

Málið er í eygsjón
Føroyar hava nú 10 stig fyri 5 dystir. Júst helvtina av teimum møguligu stigunum. Føroyar eru á einum býttum 68. plássi 18 stig frammanfyri ratingina og í betra helminginum av teimum 141v londunum, sum eru við í kappingini. 141 lond hevur verið sagt leingi, men tað bleiv ikki satt fyrr enn mikudagin, tí tíðliga mikumorgun kom seinasta landið til Bled, eftir sera drúgva ferð. 8 dagar hevði ferðaliðið úr Rwanda ferðast at koma til Bled. Tað tyktist eingin endi vera á óhappunum tey hava verið fyri og tá ið tey endiliga komu til Slovenia vóru trupulleikar við ferðaloyvunum. Nevndin í FIDE samtykti, at hóast tey vóru dekan ov sein so skuldu tey sleppa við í leikirnar.
Støðan eftir fimm umfør er at Bosnia og Hersegovina er fremst við 15,5 stigum. Russland og Armenia hava 15 stig. Svøríki er fremsta norðanlandið við 13 stigum, Danmar hevur 12,5, Finnland 12, Ísland 11,5, meðan Noreg hevur 10 stig eins og Føroyar.
Hósdagin telvaðu Føroyar móti Algeria, sum er styrkismett nummar 90, fýra pláss aftanfyri Føroyar. John Arni Nilssen telvaði á fyrsta borði, Heini Olsen á øðrum borði, Eyðun Nolsøe á 3. borði og Hans Kristian Simonsen á 4. borði.