Frítt hash í Keypmannahavn

Eitt uppskot verður í hesum døgum viðgjørt í Ráðhúsinum í Keypmannahavn, ið snýr seg um at loyva fríari sølu av hash. Ræðið skal á henda hátt takast frá teimum kriminellu. Sølustøð, ið fáa einkarrrætt at selja hash, skulu, um uppskotið kemur ígjøgnum, fáa loyvi at selja hash í Keypmannahavn í trý royndarár.

 

Øll skulu hava loyvi at keypa, einasta trey er, at hashið skal koma frá lógligum hashplantagum.

 

Selt skal verða í avslappaðum umhvørvi, t.d. á café´um ella í handlum, ið minna um rúsuna hjá okkum. Í báðum førum skal starvsfólkið kunna geva holla ráðgeving um hash.

 

Tað er ein bólkur av embætismonnum, sum eru komnir við uppskotinum, fyri at koma vaksandi kriminalitetinum til lívs. Væntandi fer hashsølan at geva umleið 700 milliónir árliga.

 

Eitt politiskt fleirtal í býráðnum í Keypmannahavn er fyri uppskotinum um at royna frítt hash í eitt trý ára skeið.

 

Merete Nordentoft, psykiatriskur yvirlækni og leiðari á eini hashviðgerðarstovu fyri ung í Danmark, er tó harðliga ímóti uppskotinum.

 

- Um hash verður gjørt lógligt, verður tað eisini lættari at fáa hendur á. Og tað fer at føra við sær, at fleiri verða bundin av rúsevninum, sigur hon.

 

Teir, ið eiga uppskotið, samanbera við Holland, har hash hevur verið frítt í áravís, og har tað ikki hava verið stórvegis trupulleikar av tí.

 

Men herfyri kom fram, at Hollendska stjórnin ætlar at stramma reglurnar fyri fríu hashsøluni, tí tað í grundini standast nógvir trupulleikar av henni.