Frá uppflyting í 2010 til Europa League Play Off (FM1)

(FM1) Hoyr formannin í KÍ taka samanum hvussu langt KÍ hevur flutt seg uppá 10 ár

##med2##

Hann mátti skunda sær av býráðsfundi í Klaksvík til Havnar, og hann náddi at koma á Tórsvøll tá støðan var 3-0 til KÍ, og hann sá sítt lið skriva føroyska fótbóltssøgu.

- Eg vil vera við til lyfta støðið, og til at skriva føroyska fótbóltssøgu, sigur formaðurin í KÍ, Tummas Lervig.

Tummas setti eisini orð á hvussu nógv KÍ hevur flutt seg frá uppflytingini í 2010 til dagin í dag.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Tummas Lervig aftaná minniliga 6-1 sigurin hjá KÍ í Europa League undankappingi: - Nú eiga vit at fara eftir at vinna okkum í bólkaspælið, sigur Tummas Lervig. 

(KÍ víðari til Europa League Play Off: Tummas Lervig)