Tá dagurin er vorðin knappliga tjúgu prosent av samdøgrinum og líka litil sum opinleikin hjá teimum, sum skræða seg mest um vantandi opinleika hjá øðrum.
Tá myrkrið og regnið hava tikið ræðið og treyðugt sum politikarar, fólkið sjálvboðið hevur valt, vilja sleppa tí aftur, er so langt liðið, síðani heystfríðin var og so ógeimeina langt síðani summarferiuna.
Tá er so væl og inniliga uppiborið og ein árlig sjálvfylgja, at samfelagið letur aftur í minst tvær vikur, tá náttin er stívliga 80 ferðir breiðari enn breiðasta semjan í føroyskum politikki.
At samfelagið fær sær jólafrí, so tjóðin kann vinna sær mátt og megi til enn eitt hóttandi ár har úti í myrkrinum.
Tað nyttar ongantíð at royna at skjóta árið niður. Eingin er førur fyri at raka.
Føroyar lata aftur, og hví man tað vera so hugnaligt og alt hatta har.
Men handlarnir hava opið, tí jólini eru teirra. Har eru eingir eyka frídagar og frívikur. Á jólum selja summi og øll keypa.
Hatta við einum nýføðingi uttan P-tal millum asnar og seyð, gloymið tað, hóast papppápin var við til føðingina. Tað var ikki vanligt tá.
Á jólum fáa fólk høvi at sleppa av við sínar pengar, áðrenn nýtt fíggjarár byrjar, so tey sleppa undan at støðla.
Sjálvandi hava handlarnir opið, tí nú hava fólk stundir at fara til handils.
Og handlarnir hava eisini opið um kvøldið og sunnudagar.
Tað hava teir ikki, tá fólk arbeiða og hava brúk fyri at kunna fara til handils um kvøldið og sunnudagar.
Logikkur var ei okkum givin líka lítið sum so nógv annað er okkum givið. Men vit klára okkum væl uttan, sera væl.
Vit klára okkum væl uttan alt tað skilagóða, sum onnur dragast við.
Men vit taka allar ósiðir hjá øðrum, so sum demokrati og religiónir.
Nú er samfelagið so liðandi raknað við aftur. Ja, løgtingsfundur hevur enntá verið.
Hjólini mala aftur. Øll uttan eydnuhjólið, sum steðgaði jólaaftanskvøld, tá seinasta glanspappírið var skrætt av og tveitt á gólvið. Nógv vunnu. Nógv vunnu ikki tað, sum tey vildu vinna.
Men fallið ikki í fátt. Til ber at býta um jólagávur. Men gleðin hjá teimum, sum góvu, kann ikki býtast um. Sama ger við henni. Øll gleði er stokkut kortini.
Hoyrdi og sá í danskari tíðindasending um eitt nú kvinnur, sum høvdu fingið einar ov smáar trussur og ein ov stóran brósthaldara fyri 1000 krónur í jólagávu. Tær lótu bæði inn aftur, fingu 1000 krónur í hondina. Og keyptu síðani aftur trussur og haldara, neyvt sama slag sum jólagávan, í røttu støddini, fyri 500 krónur. Tí nú var útsøla. 500 kr. afturat í jólagávu.
Nú eru tey eisini farin at spekulera í jólagávunum.
Veit ikki, um hesin mammonssiður, spekulasjón í bleytum og hørðum pakkum, er komin til okkara. Hann er í Danmark, so hann kemur higar.
Vit eru í Førmark, í Danoyum. Navnið spillir ongan.
Og tó, nøkur nøvn spilla málið, sigur fólkanavnapolitiið.
Eitt nýtt orð kom í fjør okkara neyðars mál, sum føroyingar heldur ikki kunnu semjast um.
Tað er Avgustusskurður (Augustusskurður). Men, nei, tað er ikki ein skurður við Áir, men keisaraskurðurin, sum verður brúktur á jólum.
Nú er gerandisdagurin tíbetur komin afturíaftur. Men eingin ovtekur seg, tí skjótt er vetrarferia og so kemur páskaferian, ein vika minst, og endiliga verður summarferia aftur.
Gevið jólunum eina hond. Og gerandisdegnum allar hinar.
Og mánin ovát seg so ikki á jólum. Han var so klænur í gulum seinasta fríggjakvøld.