Frávera orsakað av alkoholi

Nógv er sagt og skrivað um skaðiligu ávirkanina, sum alkohol hevur á arbeiðslívið, men higartil hevur ógvuliga lítið verið skjalprógvað hesum viðvíkjandi.

Norski granskarin Roar Gjelsvik, við Rokkansentret í Bergen, hevur nýliga roknað út, hvussu nógv alkohol kostar norska samfelagnum í krónum og oyrum og mistum arbeiðsdøgum.

Hann kom herfyri við úrslitunum á eini ráðstevnu um heilsuøkonomi í Bergen. Mistu arbeiðsdagarnir orsakað av alkoli eru millum 1,2 og 1,3 milliónir dagar. Úreiðslurnar hjá samfelagnum hesum viðvíkjandi eru millum 1,5 og 1,7 milliardir norskar krónur.

Afturat hesum koma so minni produduktivitetur og kvalitetur orsakað av alkoholtrupulleikunum.

Kelda: Aftenposten