Frá vetri til várs

Tíðindaskriv

Uttanfyri vindeygað togast vetur og vár um valdið. Best sum ein var farin at halda, at várið var í hondum, herjar veturin á aftur við nýggjari megi. Men so hæsar kavarokið av - og sólin stavar á fjørðin og minnir okkum á, at várið fer at vinna á vetrinum.

Meðan henda togan fer fram í náttúruni, kemur eitt lítið yrkingasavn í bókabúðirnar, ið ber heitið "Frá vetri til várs". Yrkingasavnið Frá vetri til várs hevur Margit Martinsdóttir Baadsager týtt úr donskum eftir rithøvundin Jette Classen.
Savnið lýsir inniliga og yndisliga, hvussu ein mamma kennir tað at fáa boð um, at barn hennara er brekað - og hvussu hon búnast við hesi vitan, so hon eftir sorg og vónloysi aftur sær vón og gleði í lívinum.

Náttin eg fekk teg
var eydnusom
dagurin eftir
var órógv

Ein rødd í mær segði
at har vóru ósøgd orð...

verður sagt í byrjanini á savninum. Seinni - eftir fleiri bæði inniligar og skemtiligar hendingar - verður sagt:

Tað tú lærdi meg tey árini er styrki mín í dag
eg lærdi: tak ein dag í senn
og gleð teg yvir tann minsta lutin
so klára vit alt saman

Á bakpermuni sigur Maud Vang Hansen, leiðari á verkstaðnum Vón, um savnið:
Jette Classen letur upp eina verð, sum er ókend fyri tey, sum ikki liva í henni.
Hennara tráan eftir at vita tað, eingin við vissu veit, er stór.
Her er móðurkærleikin tvinnaður saman við ótta og óvissu.
Tvístøðan millum at sleppa og at halda fast verður lýst við rámandi erligheit.
Samanumtikið eitt yrkingarsavn har tað óvanliga og sorgfulla verður lýst við læandi optimismu, dýpd og kærleika.

Á Grækarismessu - nú vit slota út í tann víkjandi veturin at vita, um okkurt várligt "klipp" er at hoyra, letur hetta lívgandi yrkingasavnið okkum vita, at eftir vetur kemur vár - eisini í kenslum teirra, sum hava fingið eitt barn við breki.
Tað er Javni - felagið fyri menningartarnað og teirra avvarðandi, ið hevur givið savnið út við stuðli frá Tiltaksgrunninum hjá MBF og Føroya Lívstrygging LÍV.
Limir Javna fáa yrkingasavnið sendandi við postinum. Annars fæst yrkingasavnið Frá vetri til várs eisini í bókabúðunum fyri 50 krónur.