Streymtalvurnar, sum standa í Sosialinum, Dimmu, Skipalistanum og Álmanakkanum, samsvara ikki altíð. Hetta hava menn gjørt vart við. Men talan hevur bert verið um vanlig menniskjanslig mistøk, sum altíð kunnu koma fyri, sigur Ólavur á Heygum, sjómansskúlalærari, ið ger streymtalvurnar, sum standa í Sosialinum.
Herfyri varð gjørt vart við, at talvan, sum stóð í einum av bløðunum, samsvaraði ikki við tað, sum í øðrum blaði stóð. Talan var um ein hendiligan roknifeil, har tann, sum hevði gjørt aðra talvuna, hevði lagt fingurin á skeivan dag, tá hann roknaði út frá mánastøðuni.
Hinvegin hava menn gjørt vart við, at tað er ikki samsvar millum Álmanakkan og Skipalistan. Eisini hetta hava teir kannað, sigur Ólavur á Heygum. Hann sigur, at útrokningin í nýggja, føroyska skipalistanum er røtt. Munurin kann vera millum 20 minuttir og ein tíma.
Ólavur á Heygum sigur, at tað, sum stendur í talvunum, eru bara vegleiðandi tíðir, sum roknaðar eru út frá mánastøðuni og hava strangt tikið bara gildi á víðum havi og har, eingin botnur er. Allir menn, sum flóta, eiga at vita, at tað er neyðugt at brúka vit og skil, tá farið verður á flot. Tað hevur ongantíð borið til, og fer heldur ongantíð at bera til at fara á flot eftir tabel. Tíðirnar, sum tanda í streymtalvunum eru roknaðar eftir mánastøðuni og eru beinleiðis teori. Tær passa í grundini bara á víðum havi og har, sum djúpt er, tekur Ólavur á Heygum, sjómansskúlalærari, uppaftur.
Allir skilamenn vita, at tað eru so ótrúliga nógvir aðrir faktorar, sum spæla inn og ávirka streymin. Afturundirgerðirnar eru nógvar. Streingir kunnu flyta seg eftir veðurlíkindum. Nes og grynnur kunnu fáa streymin at uppføra seg øðrvísi, enn talvan sigur. Og so framvegis.
Eisini liggja vit mitt í Golfstreyminum. Og her vísir Ólavur á Heygum, sjómansskúlalærari, á, at í heilt spøkum ráki kann tað henda, at Golfstreymurin vinnur á sjóvarfallinum, so tað rekur beint øvugt av tí, sum streymtalvan annars sigur, at tað átti at gjørt.
Ólavur á Heygum sjómansskúlalærari, ger, sum sagt, talvurnar, sum standa í Sosialinum, meðan ein starvsfelagi hansara ger tær hjá Dimmalætting. Ólavur á Heygum sigur, at teir skeita í hvør hjá øðrum og kanna eftir, um rætt er. Og báðir nýta sama útrokningarhátt. Nevniliga tann, sum teir læra næmingarnar á Føroya Sjómansskúla. Og tað skuldi helst verið rætt, sigur Ólavur á Heygum.
Annars sigur hann, at teir vilja fegnir hoyra frá fólki, sum veit eitthvørt at siga um streym. Lokal frávik. Onkrar íður ella afturundirgerðir, sum bera seg óregluliga at. Ella um onkur feilur er í talvunum, sum gjørdar verða.
Sjálvur hevur hann heitt á útróðrarmenn og menn, sum sigla við eitt nú strandfaraskipum, um at siga sær frá, hvussu streymurin ber seg at á teimum ymsu støðunum. Og teir taka fegnir í móti upplýsingum av øllum sløgum, sum hava við streym og streymviðurskifti at gera, sigur hann.
Ólavur á Heygum undirvísir á Føroya Sjómansskúla, og har ber altíð at ringja. Telefonnummarið er 31 17 49.