Frá í morgin fær Smyril bara loyvi at taka 500 ferðandi

Í sambandi við dagføringar umborð á Smyrli verður ferðafólkatalið avmarka til 500

MES-støðirnar á Smyrli verða dagførdar frá í morgin 8. september til 23. september 2026. Strandferðslan boðar frá, at í hesum tíðarskeiðnum verður ferðafólkatalið á Smyrli avmarkað, so at hann bert hevur loyvi at taka 500 ferðandi.

 

Strandferðsla upplýsir eisini, at hetta arbeiði fer eisini at hava ávirkan á ferðaætlanina hjá Smyrli. Mikudagin 16. september og mikudagin 23. september verða túrarnir av havnini kl. 08.45 og av Krambatanga kl. 11.30 ikki sigldir.

 

Ein MES-støð (Marine Evacuation System) er eitt savningar- og rýmingarstað umborð á einum skipi, sum verður nýtt til skjótt at fáa nógv ferðafólk og manning  trygt av skipinum í einari neyðstøðu. Støðin er samansett av einari uppblásiligari skakt, sum leiðir beinleiðis niður í stórar bjargingarflakar, sum liggja á sjónum.