Í fleiri mánaðir hevur lítil skipaferðsla verið í Hormussundinum í mun til ferðsluna, sum var, tá friður valdaði í Miðeystri.
Seinastu tíggju dagarnar eru í miðal 10 handilsskip farin gjøgnum Hormussundið um samdøgnið.
Hetta er lægsta tal í eitt 10-dagar skeið síðan í mai, vísa dátur hjá feløgum, sum skráseta sigling í sundinum.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at leygardagin fóru bert tvey handilsskip gjøgnum sundið.
- Sunnudagin var talið seks skip, og bæði leygardagin og sunnudagin var tað sonevnda iranska farleiðin, sum skipini sigldu, sigur tíðindastovan.
Sagt hevur verið, at eini 20 prosent av heimsins olju og gassi hevur verið flutt um hesa siglingarleið út úr Persaraflógvanum.
Men, síðan ófriður tók seg upp, har USA og Iran við jøvnum millumbilum hava lopið á mál hjá hvørjum øðrum, hevur lutfalsliga lítil skipaferðsla verið í Hormussundinum.











