Úr London til Tvøroyrar. Louis Wilson, sum dagliga arbeiðir og býr í London, verður gestafyrilestari á eykalandsfundinum, sum javnaðarflokkurin skipar fyri á Tvøroyri í vikuskifinum. Mamma Louis er føroysk og var gift bretskum hermanni undir seinna heimsbardaga.
Undir heitinum ?Frá Major til Blair? fer Louis Wilson at greiða frá broytingunum í Bretlandi, eftir at arbeiðarastjórn við Tony Blair á odda herfyri tók við valdinum eftir konservativa leiðaran John Major.
Louis Wilson, sum mangan hevur verið frammi í føroyskari og eisini enskari pressu, fer eisini at tosa um viðruskiftini millum Føroyar og Bretland. Hann fer at tosa um samferðsluna millum grannalondini, um ósemjuna um markið, um arbeiðið at vísa aftur ósannindum um grind og grindadráp og annars um spurningar, sum eru av felags áhuga fyri bæði londini.
Louis Wilson hevur í mong ár staðið á odda fyri felagsskapinum FISC, (Faroe Island Solidaraty Committee) og saman við øðrum gjørt eitt stórt arbeiði fyri at kunna bretskar pol-itikarar og almenninginum um føroyska grindadrápið - nú umhvørvisfelagsskapir aftur og aftur bera fram ósannindi um grindadráp og føroyingar.