Lena Anderssen lovar at spæla øll síni hitt, umframt okkurt spildurnýtt lag, tá hon trínir á pall við bólki í Runavík í kvøld.
Á fyrsta sinni síðani útgávukonsert í 2012 í Norðurlandahúsinum verður nú høvi at hoyra Lenu Anderssen framføra við bólki aftrat sær til eina sitikonsert í Føroyum. Løkshøll í Runavík er í kvøld nevniliga karmur um konsert, ið byrjar klokkan 21.30 í sambandi við mentanarvikuna Skýming. Lena hevur ikki verið nógv at hoyrt á palli við bólki í Føroyum seinastu árini. Men í august framførdi hon á stóra pallinum á Summarfestivalinum.
Sama sum á SF + meira
Tey, ið vóru so heppin at hoyra Lenu á ársins Summarfestivali, hoyrdu eina songkvinnu í sínum rætta elementi. Og Lena lovar meira úr somu skuffu, pluss meira aftrat.
– Vit fara at spæla øll løgini, sum vit framførdu á Summarfestivalinum. Haraftrat verður eisini talan um ein meira akkustiskan og inniligan part, við løgum frá okkara undanfarnu útgávu og eisini okkurt spildurnýtt frá okkara komandi útgávu, sigur Lena Andersen.
– Vit hava somuleiðis fingið Jákup Zachariassen við okkum, so eg gleði meg at sleppa at spæla í Løkshøll, sigur hon.
Hinir tónleikararnir í bólkinum eru – umframt lokala glyvramannin og húsbóndan Niclas Johannesen – Finnur Hansen, Jóhannus á Rógvu Joensen, Ragnar Finsson og Jósva Debes.
TRÝST HER fyri at hoyra, hvussu tað ljóðaði, tá Lena spældi eitt av sínum hittum á ársins Summarfestivali:https://www.youtube.com/watch?list=UUH_7oEOMg7b7MzptvdoYJaw&v=84sqZK_5PG4
TRÝST HER fyri at fáa meira at vita um konsertina