Paul Watson, sum var við til at stovna umhvørvisfelagsskapirnar, Greenpeace og Sea Shepherd, varð handtikin í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, hin 21. juli.
Síðan henda dag hevur maðurin sitið aftan rimarnar í grønlendskum fongsli, men freistin, sum er at halda honum aftur, gongur út hósdagin hin 15. august.
Sambært advokatunum hjá Paul Watson er tað í stríð við Altjóða Mannarættindasáttmálan at útflýggja Japan mannin, soleiðis sum Japan hevur heitt á danskar myndugleikar at gera.
Hósdagin skal fylkisrætturin í Nuuk gera av, hvørt Paul Watson framvegis skal sita í varðhaldi í upp til fýra vikur aftrat - ella um maðurin skal latast leysur.
Grønlendska heimasíðan www.sermitsiaq.ag hevur roynt at finna út av, hvussu danska stjórnin fyriheldur seg til áheitanina úr Japan um at útflýggja Paul Watson til Japan.
Fólkatingslimurin, Søren Egge Rasmussen, hevur sett løgmálaráðharranum, Peter Hummelgaard, ein grein 20 fyrispurning um, hvørt danska stjórnin fer at fylgja mongu áheitanunum um ikki at útflýggja Paul Watson.
Í svari, dagfest hin 2. august, sigur løgmálaráðharrin eitt nú, at danska løgmálaráðið hevur fingið eina formella áheitan frá japanskum myndugleikum um útflýggjan.
Hann leggur aftrat, at danska stjórnin nú bíðar eftir at fáa neyðug skjøl í málinum.
Tá hesi fyriliggja, verða tey tikin við í víðari viðgerðina av málinum, og tá skal eisini metast um, hvørt treytirnar fyri at útflýggja Paul Watson er uppfyltar sambært teimum reglum, sum eru galdandi í Grønlandi.
Nógvar undirskrftir eru savnaðar við áheitan um at leyslata víðgongda umhvørvisaktivistin, og í løtuni hava 60.000 fólk sambært www.sermitsiaq.ag skrivað undir áheitanina um leyslating.
Sambært heimasíðuni renna eisini nógvir pengar inn til felagsskapin hjá Paul Watson, sum av øllum alvir roynir at fáa mannin leyslatnan úr grønlendskum fongsli.
Ætlanin er, at hesar undirskriftir skulu latast danska forsætisráðharranum, Mette Frederiksen, men hvussu pengarnir, sum verða savnaðir, kunnu verða við til at leyslata mannin, sigur søgan einki um.
Sermitsiaq vísir á, at líka mikið, hvussu nógvir pengar verða savnaðir inn, so verður tað fylkisrætturin í Nuuk, sum hósdagin fer at taka støðu til, um Paul Watson skal leyslatast - ella, um varðhaldsfongslingin skal leingjast í upp til fýra vikur aftrat.
Sambært grønlendsku heimasíðuni hevur Grønlands Politi áður givið til kennar, at rættarfundurin hósdagin fer ikki at snúgva seg um, hvørt aktivisturin skal útflýggjast ella ei.
- Tað verður ein spurningur, sum danska stjórnin tekur avgerð um, verður lagt aftrat.
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/myndir-motmaeli-vid-christiansborg-til-frama-fyri-paul-watson