Frakland: Macron er kroystur

Fleiri enn 1700 fólk vóru handtikin, og 135 fólk fingu snuddir í París í gjár

Fleiri enn 1700 fólk vórðu í gjár handtikin í París í sambandi við ógvuslig mótmæli hjá »Teimum gulu vestunum«, sum mótmæla búskaparpakka hjá franska forsetanum. Mótmælisfólkini halda, at búskaparátøkini gera umstøðurnar hjá vanligum fólki verri.

Franskir myndugleikar siga, at umleið 10.000 mótmælisfólk vóru á gøtuni í París í gjár, og aðrastaðni í landinum var eisini mótmælt. Mótmælini í París hava verið harðlig seinasta mánaðin. Eldur hevur verið settur á bilar, herverk er framt ymsastaðni, stolið hevur verið úr handlum, og samanbrestir hava verið millum mótmælisfólk og løgreglu. Í gjár fingu 135 fólk snuddir av ymiskum slagi, skrivar DR.

Í dag er friðarligt í Fraklandi, og bíðað verður eftir at forsetin Emmanuel Macron skal tosa til tjóðina. Einki hevur verið at hoyrt frá Macron seinastu vikuna, og fólk undrast á, at Macron ikki ger vart við seg.

– Stjórnin hevur trupult við at finna út av, hvat tey skulu samráðast við »Teir gulu vestarnar« um, tí krøvini eru so nógv, og tað er helst orsøkin til, at Macron einki hevur sagt enn. Stjórin stúrir helst fyri at koyra meira brenni á bálið, sigur Stépahnie Surrugue, sum er altjóða korrespodentur hjá DR.

»Teir gulu vestarnir« hava boðað frá nýggjum mótmælum næsta leygardag.