Frakland og Írland hittast

Stóra brakið í play-off dystunum verður millum Frakland og Írland

Fótbóltur

FIFA kastaði í gjár lut um, hvussu tvey´ararnir í europiska partinum av undankappingini hittast í play-off dystum.
Í undankappingini var skipanin soleiðis, at allir vinnararnir av europisku bólkunum spældu seg beinleiðis víðari.
Tvey´ararnir í teimum átta bólkunum skulu síðani spæla um pláss í Suðurafrika, og hesi hittast soleiðis:

Írland-Frakland
Portugal-Bosnia/Herzegovina
Grikkaland-Ukraina
Russland-Slovenia

Londini spæla bæði úti og heima, og skulu dystirnir spælast 14. og 18. november.