Herfyri máttu vit tíverri boða frá, at Eirik Johansen við orkestri hevði givið avboð til Dansbandsfestivalin – men í teirra stað koma so fantastisku PK & Dansefolket, siga fyrireikararnir av Dansibandsfestivalinum.
PK & Dansefolket spældu á Dansibandsfestivalinum í 2015, og framúr góði dansibands- og countrytónleikurin setti veruligan dám á festivalin hetta árið.
Nú venda PK & Dansefolket aftur til Vágs á Dansibandsfestivalin í 2026.
PK & Dansefolket, við oddamanninum PK, hava givið út 12 fløgur, og eru fleiri ferðir tilnevnd til Spellemannprisen.
Á Dansibandsfestivalinum 1. og 2. mai fara PK & Dansefolket so aftur á pall í Vági og verður tað manningin Per Kr. (PK) Støbakk (sang), Geir Åsheim (Trummur & sang), Roger Tverfjell (Piano) og Oddgeir Hatlemark (Gitarar).











