Orban skal hitta Zelenskyj í Kyiv

Viktor Orban hevur verið ein bremsukubbi, tá ræður um stuðul til Ukraina, bæði í ES og Nato, og hann hevur eisini hitt russiska forsetan, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina.

Financial Times veit í kvøld at siga, at ungarnski forsætisráðharrin, Viktor Orban, fer til ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, at vitja hósdagin.

 

Her skal hann sambært keldum hjá blaðnum hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, og aðrar týðandi persónar í Ukraina.

 

Um upplýsingarnir hjá Financial Times eru rættir, verður hetta fyrstu ferð, at Viktor Orban vitjar í Kyiv, síðan Russland leyp á Ukraina í februar í 2022.

 

Ungarnski forsætisráðharrin verður sagdur at vera tann ES-leiðari, sum er mest russiskt sinnaður, samstundis sum hann er ein av fáum leiðarum í Evropa, sum hevur hitt russiska forsetan síðan innrásina.

 

Viktor Orban hevur verið ein bremsukubbi, tá ræður um stuðul til Ukraina, bæði í ES og Nato.

 

Sambært keldum hjá Financial Times tosaðu Viktor Orban og Volodymyr Zelenskyj saman á ES-toppfundinum í Brússel herfyri.

 

Ungarn tók mánadagin við formansskapinum í ES, og tað verður tískil Ungarn, sum næstu seks mánaðirnar kemur at seta dagsskránna í ES.