Frakland vunnið fýra meistaraheiti - vóru í bólki við Danmark hvørja ferð

Ein heilt serlig søga millum franska og danska landsliðið talar fyri, at Frakland vinnur HM-finaluna í dag

Didier Deschamps við HM-steypinum í 1998

Í søguni higartil hevur tað víst seg fýra ferðir at verið ein eydnugripur hjá Fraklandi, og einaferð ein eydnugripur hjá Danmark, at liðini hava verið í bólki saman í einum endaspæli. 

 

Hetta var sjeynda ferðin síðani 1984, at Danmark spælir móti Fraklandi í einum innleiðandi bólkaspæli í einum endaspæli. Frakland vann 2-1 á Danmark í tí innleiðandi HM-bólkaspælinum í Katar. 

 

Fyrstu ferð var í EM-endaspælinum í Fraklandi 12. juni í 1984, tá Frakland í innleiðandi dystinum í bólkaspælinum vann 1-0 á Danmark. Frakland vann EM á fyrsta sinni tá. 

 

Aðru ferð var í innleiðandi bólkaspælinum í EM-endaspælinum í Svøríki 17. juni í 1992. Danmark vann 2-1, vann seg víðari úr bólkaspælinum og endaði við at vinna EM.

 

Triðju ferð var í innleiðandi bólkaspælinum í HM-endaspælinum í Fraklandi 24. juni í 1998. Frakland vann tá 2-1. Frakland vann HM á fyrsta sinni tá.

 

Fjórðu ferð var í innleiðandi bólkaspælinum í EM-endaspælinum í Niðurlondum og Belgia 11. juni í 2000. Frakland vann greitt 3-0, og endaði við at vinna EM á øðrum sinni.

 

Fimtu ferð var í innleiðandi bólkaspælinum í HM-endaspælinum í Suðurkorea og Japan 11. juni í 2002. Danmark vann 2-0, og sendi verjandi heimsmeistararnar, Frakland úr HM-kappingini. Hetta er einastu ferð Danmark og Frakland hava verið í bólki saman, har annað av teimum ikki hevur vunnið tað endaspælið. 

 

Sættu ferð var í innleiðandi bólkaspælinum í HM-endaspælinum í Russlandi 26. juni í 2018. Dysturin endaði við javnleiki 0-0. Frakland endaði við at vinna HM á øðrum sinni.

 

Frakland hevur sostatt verið í innleiðandi bólki við Danmark hvørja ferð teir hava vunnið HM ella EM.

 

Danmark var í bólki við Fraklandi einastu ferðina teir vunnu EM.

 

So er tað, at tey søguhugaðu spyrja: Fer tað at ganga Fraklandi sum í 1984, 1998, 2000 og í 2018, tá teir vóru í innleiðandi bólki saman við Danmark og vunnu endaspælið. Ella fer tað hesaferð at gangast sum í 2002, tá eitt suðuramerikanskt lið vann HM? Í 2002 var tað Brasil sum vann HM. Nú kann Argentina gerast fyrsta suðuramerikanska landið í 20 ár sum vinnur HM. 

 

Didier Deschamps við HM-steypinum í 1998