Netanyahu: Iran skal bøta fyri álop á Ísrael

Iran sendi í dag yvir hundrað rakettir móti Ísrael. Í kvøld lovar forsætisráðharrin í Ísrael hevnd.

- Stjórnin í Iran skilir ikki okkara vilja at verja okkum og okkara vilja til hevnd mótvegis fíggindum okkara, segði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, í kvøld. (Savnsmynd). - Mynd: Drew Angerer/Ritzau Scanpix

Iran skal bøta fyri álopið á Ísrael í dag, segði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, í kvøld.

- Iran gjørdi eitt stórt mistak í kvøld - og tað fara tey at gjalda fyri, segði hann í kvøld á einum trygdarpolitiskum fundi, sambært tíðindastovuni Reuters.

- Stjórnin í Iran skilir ikki okkara vilja at verja okkum og okkara vilja at hevna móti okkara fíggindum, sigur hann víðari.

Iran skeyt fleiri hundrað rakettir móti Ísrael í kvøld, og tað fekk loftálopsávaringar at ljóða fyrst í Jerusalem og seinni um alt landið.

The Times of Israel skrivar, at nógv tær flestu rakettirnar vórðu skotnar niður við antiluftrakettum, og at ein palestinari er deyður á Vestara Áarbakka eftir at hann varð raktur av leivdum av eini niðurskotnari rakett.

Í løtuni eru ongar nærri upplýsingar um umfangið av álopinum, men nakrar tímar eftir álopið segði herurin, at tað var liðugt.

Á trygdarpolitiska fundinum í dag kallar Netanyahu iranska álopið fyri "mistøk".

Amerikanski forsetin, Joe Biden, sigur í kvøld við tíðindafólk í Hvítu Húsunum, at hann hevur verið í sambandi við Ísrael og at hann seinni fer at tosa við Netanyahu, skrivar Reuters.

Hann sigur eisini, at hann stuðlar Ísrael fult og heilt og at í løtuni er eitt "virkið orðaskifti" um, hvussu Ísrael skal svara álopinum, og at tað enn ikki er greitt, hvørjar avleiðingarnar verða fyri Iran.

Í Teheran, høvuðsstaðnum í Iran, gav iranska elituherdeildin, iranska kollveltingarverjan, út eina fráboðan í dag.

Har stendur, at rakettálopið er hevnd fyri, at Ísrael hevur dripið fleiri leiðarar úr pro-iranskum rørslum.

Hetta er millum annað galdandi fyri leiðaran í Hamas, Ismail Haniyeh, sum varð dripin í Teheran, høvuðsstaðnum í Iran, 31. juli, og Hassan Nasrallah, leiðaran í Hizbollah, sum varð dripin í Beirut 27. september.

Iran ávaraði týskvøldið ímóti nøkrum hernaðarligum inntrivum í ósemjuna til stuðul fyri Ísrael.

 

/Ritzau/

 

- Stjórnin í Iran skilir ikki okkara vilja at verja okkum og okkara vilja til hevnd mótvegis fíggindum okkara, segði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, í kvøld. (Savnsmynd). - Mynd: Drew Angerer/Ritzau Scanpix