Eftirmetingar
Tað er ikki altíð lætt at verða franskur landsliðsleikari. Ikki er nóg mikið hjá fronsku stjørnunum at fáa tey neyðugu trý stigini til høldar, tí spælið skal eisini verða sannførandi, um fronsku fjølmiðlarnir skulu verða nøgdir.
Langur vegur til Týsklands
Stóra avísin, Le Monde, skrivar í hósdagsútgávuni hjá sær, at franska liðið helt fast í møguleikanum hjá sær fyri at røkka HM-endaspælinum í Týsklandi, men at vegurin er ógvuliga langur og tungur, um avrikini hjá franska liðnum ikki gerast meiri sannførandi.
? Móti einum liði, sum liggur nummar 137 á styrkislistanum hjá FIFA, megnaði franska liðið, ið liggur nummar tvey á sama lista, ikki at vísa munin á liðunum báðum. Við tveimum málum frá Ludovic Giuly og Djibril Cisse fekk Frakland neyðugu stigini, men so er ikki meiri positivt at skriva um handan dystin sæð við fronskum eygum. Eingin vilji og einki hugflog til at vinna ein tryggari og meiri sannførandi sigur á lítla vøllinum í Tórshavn. Hinvegin sást tó eisini, at tað ikki er av tilvild, at føroyingar hava tikið stig frá skotum, og bert verið fáar minuttir frá at tikið stig frá týskarum eisini, skrivar Le Monde.
Vóru trýstir
Ein onnur av teimum heilt stóru avísunum í Fraklandi er Le Figaro. Heldur ikki her eru blaðfólkini blíð við franska liðið. Eftir dystin móti Ísrael á heimavølli seinastu vikuskifti, har tað einans eydnaðist at fáa javnleik, fekk franski venjarin Raymond Domenech av grovfílini, tí hann hevði valt at skifta spælskipan á franska liðnum frá 4-4-2 til 3-5-2. Í dystinum mikukvøldið á Tórsvølli var farið aftur til 4-4-2, men tað er ikki nóg mikið fyri Le Figaro. ? Tað var gleðiligt at síggja, at farið var aftur til 4-4-2, men tíverri tóktist tað als ikki sum um, at leikararnir á franska liðnum vistu, hvør teirra leiklutur var. Í byrjanini av dystinum vóru tað føroyingarnir, sum vóru omaná, og tað var ikki fyrr enn í 25. minutti, at les Bleus høvdu sína fyrstu roynd upp á mál, skrivar Le Figaro.
? Eftir óneyðugu og tápuligu útvísingina hjá Vieira, vóru føroyingarnir aftur við yvirlutan, og tað varð hugstoytandi at síggja eitt franskt lið, sum dúvaði upp á kontrafótbólt ímóti einari so lítlari fótbóltstjóð sum Føroyum, skrivar Le Figaro millum annað. Franska blaðið heldur at enda, at vegurin til Týsklands er langur, sera langur.
Nógv skal henda áðrenn Írlandsdystin
Størsta ítróttarblaðið í Fraklandi er Le Equipe. Blaðmaðurin, Cedric Rouquette, skrivar í síni grein, at nógv skal henda, um fraklendingar ætla at gera nakað sum helst við írar, sum koma á vitjan í Fraklandi tann 9. oktobur.
? Tað er óskiljandi, at eitt franskt landslið í 20 minuttir velur at leggja seg aftur at verja ímóti einum liði av amatørum. Eitt franskt landslið, sum í juni mánaða kappaðist um Europameistaraheitið í fótbólti, men sum við slíkum avrikum sum í gjár neyvan kemur at taka lut í slíkum endaspælum fyribils.
? Hetta er ikki ein sigur, sum er verdur at skriva um. Tað einasta gleðiliga við dystinum var, at vit fingu øll trý stigini. Móti Írlandi í Paris 9. oktobur verður søgan ein heilt onnur, skrivar Le Equipe.