Aganevndin hjá evropeiska hondbóltssambandinum er alt annað enn nøgd við hvussu fraklendingar høvdu latið seg í til teirra fyrsta dyst í innleiðandi bólkaspælinum ímóti Makedonia. Fraklendingar hava í hesum sambandi fingið tvær bøtur frá aganevndini hjá evropeiska hondbóltssambandinum.
Fyrst hava verandi evropa, heims og olympisku meistararnir fingið 1.000 evrur í bót fyri ikki at hava búmerkið hjá EM endaspælinum á ermuni. Harnæst fingu fraklendingar aðrar 500 evrur í bót, tí ikki allar spælararnir, sum vóru í dysti fyri Frakland høvdu einslittar hosur í dystinum ímóti Makedonia.
Mótstøðuliðið, Makedonia fær eisini 500 evrur í bót frá agenevndini hjá EHF fyri, at spælararnir ikki hava havt einslittar hosur í dystinum ímóti Fraklandi.
Annars vann Frakland dystin 30-23.