Framúrskarandi journalistar á føroyavitjan

Nú komandi fríggjakvøld, tann 6. sept. kl. 20, verður ivaleyst enn ein áhugaverdur fyrilestur at hoyra í Norðurlandahúsinum.
Hesaferð er tað tann kendi blaðmaðurin Flemming Rose, sum Heini í Skorini hevur fingið til Føroya at greina og greiða frá lívi sínum – áðrenn, undir og eftir at gitnu karikaturtekningarnar av Muhammedi profeti blivu prentaðar í “Jyllandsposten” í september 2005 – og sum fekk censur-ørskapin hjá islamistum á bølt og skakaði mangar politiskar skipanir umframt fólk og lond um allan heimin.
Til eru blaðfólk sum Flemming Rose, sum í and­gletti tora at “stíga í karakt­er” mótvegis hóttan fanatis­mun­ar um lim ella lív. Og uttan mun til - um ein er samdur við hesi fólk ella ei - so kennist tað eggjandi at møta tílíkum persónmenskum. Meiri til ber at lesa í bók hansara: “Tavshedens tyranni”.
Seinast, vit høvdu eina líknandi forkunniga vitjan við formati, var í maimánaði í ár av Pundik og Krasnik.
Eftir fundin í mai skrivaði eg eina hissini viðmerking, sum onkursvegna ikki kom víðari. Men kanska er hon pappírið verd - hóast seinkað eitt bil - nú næsta vitjan stendur á gáttini.

Herbert Pundik og Martin Krasnik á vinavangi
Forkunnig vitjan. Herbert og Martin, journalistar á tindastøði og jødar báðir. Kjokkfullur skáli (3. mai). Fleiri hundrað fegnir og forvitnir føroyingar. Á palli miðskips sótu báðir gestir okkara, og so heimligi vinur - teirra og okkara – Heini í Skorini.
Fjálg var løtan og døggsett av vinsemi. Hugnaprát og gott lag. Eingin turbulensur, bara “lamellarir spurningar”. (Eins og vanligt er í útvarpspráti) . Skemtarar báðir, serliga tann eldri, hann er bara framúr! Og øll fóru glað til húsa heim eftir fundin. Og spyrt tú um løtan var góð? Ja, ivaleyst tað. Men nóg góð? Tí gløggir og vitandi vóru teir báðir vitjandi.
Nei, ikki fingu vit “jødakakur”, heldur vinarbreyð (!). Og alt í lagi við tí. Vit fingu klárt kommunalt vatn, sum bar brá av dýpinum á sceansuni, og so gott sum drekkivatnið frá Viggo C. plagar at vera. Nei, eingin gruggandi spurningur yvirhøvur.

Ísrael og meiningar
Prátið stóðst um støðu Ísraels, um Holocaust (1933-1945),“die Endlösung” og harav standandi sálarløstir (trauma) hjá eftirkomarum teirra forfylgdu, sum tó - í løturnar lýðku - tyktust ljósár burtur. Pundik (1927-) kundi av royndum tala við um ófrættir og kríggj, meðan Krasnik (1971-) “bara” hevði lisið og hoyrt um ræðuleikar. Trauma-marra ísraelsmanna er vituliga brennimerkt inn í sinni teirra, eins og hon væl eisini er tað fyri tað unga ættarliðið av týskarum – sum hóast ósek , so ella so – munnu kenna sviðan av “forfedranna syndum”.
Prátið var í mestan mun endurtøka av bók teirra beggja: “ Pundik og Krasnik og resten af verden”.
Teir vóru ofta samdir, tó ikki um sorgarstandin í Sýria. Krasnik meinti at vesturheimurin átti at leggja uppí. Meðan Pundik gav til kennar, at: ”- problemið er arabiskt. Teir eiga bæði útgerð, herlið og allar umstøður til neyðug átøk, um vilji er til tess. Eingin orsøk er hjá Obama (USA og EU) til at gera seg enn meiri hataðar har á leið.” (Av royndum er jú greitt: at tað tekur o.u. 14 dagar at blanda seg uppí eitt eljustríð, men eini 14 ár – og milliardaupphæddir - at gerast leysur aftur.)

Magametingar
Sum árini fara, er tað so mangt sum undrar. Eitt nú hetta: hvussu mangan áskoðanir manna og støðutakan til mong mál, so ofta bara verður tikin og dømd út frá einum snarligum hugskoti, eitt nú táið talan er um: lond, fólkasløg, politik og átrúna.
V.ø.o. so verður meiningin stýrd av einum hissini hugskoti so sum: sympatii ella antipatii, samhuga ella stikni, kærleika ella hatri. Soleiðis tíðum: uttan nærri umhugsan.
Danir nevna hugtakið: “Min mavefornemmelse siger mig –“. Og út frá hesari “maga-meting” ella “vambar-varhuga” verður so tankabygningur teirra reistur og lýstur, sum – so ella so - skal standa sum grund fyri eini støðutakan til seriøsar spurningar. Altso: fyrst støðutakan – og síðani próvførslan og ofta á staraleggjum. Hetta hugtakið er tó ikki mynta upp á hesar báðar, sum so.

Pundik
Pundik var við í krígnum í 1948 og hvíldi – við síni vitan og humori - í síni lagnu: jødi av ætt og útsjónd, kendur stjørnujournalistur og stílmeistari (sum ikki altíð er tað sama). Hann gav ikki nógv fyri Goldu Meir og Moshe Dayan undir Yom-kippur-krígnum í 1973, sum kundi verið fyribyrgt, meinti hann, og har elsti sonur hansara Uri Pundik fall á vali.
Herbert longist eftir einari tiltonktari støðu fyri varandi friði: einum javnvágs-landamarki, har ið jødar kunnu kenna seg tryggar álopsliga og palestinarar eru nøgdar lendisliga. Men - um hetta mark yvirhøvur finst - so fer henda tilgongd at taka fleiri ættarlið - metti hann við køldum blóði. Tí so fjar er dagsins støða landanna millum. Og jødar hava vituliga rætt til at verja seg fyri støðugum arabiskum ágangi.
Upp á spurningin, um hvør vinnur næsta val í “Eysturu-líð” (henda hálvthundrað kilometralanga líð, sum alsamt av journalistum verður nevnd: ein áarbakki (!) -) kom svar hansara sum eitt øksahøgg: “Hamas!” (hesin yvirgangsbólkur, sum longu hevur “demokratiska” stjórnar- og rakettskotsvaldið í Gaza).
Nærkast tú huglagi Pundiks, so erkennir hann seg sum agnostikara (veit ikki um Gud er), og hann javnsetur Bíbliuna við Ilionskvæði . Men, meinar hann hetta av álvara?

Ilionskvæði
Ilionskvæði er partvíst ein hugtakandi skaldskapur: um tað undurvøkru Helenu , ið gerst orsøk til trojanska kríggið og djarvan vápnaleik millum kappar sum: Agamemnon, Achilleus, Odysseus og hinvegin Hektor og Paris. Har ið gudar, kvinnur og menn “spæla hund” hvør við øðrum. Og hinvegin um ta trúgvu Penelopeiu (Penelope) - konu Odysseus (hann sum áravís var burturstaddur av krígsávum) ið var “vøkur sum Artemis og dárandi sum Afrodite" og sum – fyri at halda trásjúkar biðlar burtur - í einsemi sínum bindir líkklæði mann síns á degi og rekur tað upp aftur á nátt, meðan hon trúføst og tolin vónar og bíðar eftir heimkomu mansins.
Hugtakandi lesnaður? Ja, men tað er so tað. Og farvæl og takk fyri tað. Men at líkna hetta skaldaverk við ta ovurhonds “Bók bókanna” er jú so púra burturvið. Og eftir situr so hetta: beklar Pundik við vilja her? Ja, hvør veit - tí meginskemtari er maðurin eisini ?
Vituliga er Ilionskvæði klassiskur skaldskapur (og alt gott um tað) meðan tann gamla bókin við svartari permu inniheldur er so ómetaligt nógv annað og meiri enn tað. Iliadan heftir í innihaldi als ikki fyri nakrari av teim 66 bókum Bíbliunnar, sum spenna yvir fleiri túsund ár. Halt bara eina løtu upp móti ljósinum hennara ediligu hugtøk sum: trúgv, vón og kærleika - og markleys náði og fyrigeving!
Tann nærum aldargamli og kristiligt uppaldi Nelson Mandela (18.07.1918-)gjørdi sær sjálvum greitt, sum leyslatin fangi nr. 466 eftir 27 ár (1962-1990) í órættvísa fongslinum á Robben Island: “ At dugi eg ikki at fyrigeva og gloyma allan tann óndskap og órætt ímóti mær, so eri eg framvegis í bundin í sama fangahúsi enn – hóast leyslatin!

Krasnik
Krasnik er reytt/jarphærdur og kundi fyri tann skuld verið komin inn við “Másanum” seinnapartin, tí hann hevur ikki eitt vet av “klassiskum” jøda yvir sær. Og sum helst eisini gjørdi hann føran fyri at fáa fatur á og koma í tal við ymsar “mætar” muhamedsmenn um beinharðu lógartrúgv teirra. Frá hesum samrøðum Krasniks kom so frálíka bók hansara: “De retfærdige - en islamisk stafet”.
Har ið undirstrikað verður, at tey kristni siga: at Gud er kærleiki, meðan islamar siga: at Gud er rættvísi (sum í roynd og veru bara er skilmarkað til: egið pátikið sjálvrættvísi. Islams-menn vita knívskorið væl, nær ið “profeturin” gerst “fornermaður” soleiðis afturvirkandi eini 1500 ár, og tí kunna brenna ambassadur, spreingja ósekar kvinnur og børn í spønir og royna við øks at klúgva høvdi á Kurt Vestergaard, karikaturteknara (hvørs tekning av “profetinum” líktist eina mest Johannes Møllehave– og Møllehave varð als ikki fornermaður, tað ið vit vita um - ?!).
Martin gjørdi áhoyrarum sínum greitt, at hann var ikki bara ateistur (gudloysingur) men anti-teistur. Hetta eftir at hann eina tíð hevur verið befongdur við jødadómin, men so kom hann um bil til hesa niðurstøðu: “ - at jeg ikke forstår en bjelle (eitt vet) af troens sprog”.
So onga trúgv (hvat ið tað er) hevur Martin, men hann er tó meiri “trúgvandi” enn mong “vanlig trúgvandi” (hvat ið tað so er). Tí hann var so “lógarbundin” at hann mátti umskera sonin David, áttanda dagin, sum fyriskrivað er. Jamen, fyri hvat í verðin, Martini? Tí David er jú als ikki jødi, hvørki siðbundið ella skilmarkað, tí mamma Davids er ikki jødi -!?)

Lógin
Men er átrúni Martins skiljandi? Jú, so sera væl. Krasnik kom helst av lokal-/ættar-/nationalu-/idealistiskum grundum til “Grátimúrin” (eina tíð) kanska við kalotti, dinglandi oyrnalokkum, støðugt nikkandi og kikkandi - og so til hetta kravið: at halda tey 613 lógarboðini.
Tí talan er vituliga um 613 ásetingar at fylgja: 248 positiv boð (sum man skal gera) og 365 negativ boð (sum man ikki skal gera). Og hvør kann halda til hetta í dag?
Jødar eru ernir av teirra talsterku og heimskendu nobelprístakarum, sum eisini eru lutfalsliga framúr flott klárað fyri eina fámenta tjóð sum teirra (og til lukku við tí). Men ein annar jødi (og enn meiri kendur og lærdur í jødadóminum enn hesir báðir vinir okkara tilsamans): Paulus úr Tarsus, konstateraði longu fyri 2000 árum síðani, at lógina bar bara ikki til at befatta seg við, tí at lógin var og er máttleys (Róm. 8,3) og Menniskjasonurin úr Nazaret gjørdi eisini púra greitt: “ - at lógin og profetarnir høvdu sína tíð” (Luk. 16,16). Tí ein nýggjur sáttmáli er komin ístaðin!
Tí lógarleiðin er bara ikki farbar fyri okkum menniskju (eins og forrestin læran hjá jødanum Karl Marx hevur roynst mongum higartil - ). Og sum onga vón ella náði eigur í sær. Her eru teir ortodoksu jødarnir onkursvegna á somu bylgjulongd sum islamsmenn og alt teirra vesin. Eins og aðrar lógar-religiónir kring heimin.

Náðin
Tú situr í hesum heita hotellhølinum og hugsar í stillum: jamen - munnu hesir vinir okkara ongantíð hava steðgað við eina strofu sum hesa: “ Amazing Grace, how sweet the sound ..?” Sum er yrkt – ikki av einum veruleikafjarum romant­iskum poeti - men av tí sorgar­bundna træla­handils­skipara­num John Newton (1725-1807). Ella tak: “ Góðska Guds, sum ber av øllum –“ (Wesley/PWH, gfs. 520)
Og hvat munnu teir báðir halda um mætastu friðartaluna í heiminum: Fjallaprædikuna? At sæl eru tey, sum fáa frið í lag! (Matt.5,9). Hesa 20 alda gomlu talu, sum var hildin í sára heimlandi teirra. Ella hvat halda teir um Tann einsama Galilearan, sum segði: “- at lógin varð givin við Mósesi; men náðin og sannleikin eru komin við Jesusi Kristi” (Jóh. 1,17)?
Hesin ediligi persónur, sum hevur inspirerað vísindafólk, mætastu skald, høvundar, heimsspekingar og ótaldar tónasmiðir til ´”ódeyðilig” stórverk kring allan heimin. Og ávirkað lóggávu um lond. Hevur hesin søguligi persónur als einki at siga teimum yvirhøvur? Ella hvat?
Hjá Martini Krasnik kom ikki júst náði til sjóndar - eftir at hann við søtum orðum hevði lokkað tann ófyrireikaða Lars Hedegaard frá Trykkefrihedsselskabet af 2004 til ein vinarsamrøðu í danska sjónvarpinum. Og úrslitið var hareftir. Tann gamla bókin við svartari permu fekk aftur rætt her: “Den, som smigrer sin næste, lægger snarer for hans fod – “ (Orðt. 29,5) plagdu tey gomlu at taka til.

Inge Ruth Pundik – “Sussi”
Og hví var Sussi ikki við í prátinum? Tað hevði verið sera áhugavert at hoyrt hana. Hon var, lík einari føroyskari sjómanskonu undir krígnum, einsamøll eftir og vardi heim og borg í nýggja heimlandi teirra.
Hon giftist ið Herberti í 1953 og búði í Tel Aviv. Hon misti sín frumborna í Yum-kippur krígnum. Og meðan maðurin Herbert Pundik í 25 ár fleyg ímillum og var skiftivís 25 dagar í Kjøpinhavn ( sum adm. blaðstjóri á Politiken) og bara 10 dagar heima. Herbert skrivaði tó dagliga heim til konuna, um hvat hann tókst við í Danmark (sí bókina “Breve til Sussi”), og hon ringdi hvønn dag til hansara, um hvussu við visti heima. Eitt hjúnaband av teim burðardyggu.

Eitt gott kvøld
Heini í Skorini roynir ofta á øðrum leiðum enn onnur. Og takk fyri tað. Vanliga oyðumarkarferð okkara – hugagóða lesarans og lurtarans – millum rokaligt politiskt vakum, taklingar og skoringar, forútsigiligar stevnurtalur og villar festivalar – eru mangar tungar brekkur at taka og al at køva fyri mong.
Og um tú ( mín vinur og troytti lesari) hevði tað eins og eg hetta kvøldið í hotellskála Føroya, og sum sat við onkrum turpulentum spurningi, so var tað gott, at tú eisini tagdi - .
Tí tað hevði helst kenst sum “smyril í staraflokki” um nakar hevði spurt eitt nú um trúnna (tí, tað er orðið um trúnna, tað,sum vit tala um ( Paulus, Róm. 10,8)) – og so kanska fingið eitt ella annað “vambar-varhuga-kent”, veikt víkjandi ella kveistrandi svar – sum tú so mangan møtir frá fólki - bæði leikum og lærdum (og tey lærdu eru mangan - hóast teimum ikki dáma, at tað verður sagt alment – bæði leik og naiv á so mongum øðrum økjum – so hetta hevði helst ikki verið til nakað gagn fyri nakran.
Nei, tað hevði vituliga ikki borið til, at bera seg so at millum hampafólk og høvdingar í so góðum hýri hetta kvøldið - ikki sannheit?
Ella hevði tað?