Framgongd í búskapinum

Búskaparliga afturgongdin síðan fíggjarkreppuna hevur havt stóra ávirkan á inntøkurnar hjá landskassanum. Tað var framgongd í føroyska búskapinum í 2010.

Ein uppgerð hjá Fíggjarmálaráðnum vísir, at hóast ógvusligu skjálvtarnar í búskapinum seinastu mánaðirnar, tá Eik og Fiskavirking fóru av knóranum, hevur tað framvegis verið framgongd í búskapinum í 2010 samanborið við 2009.

2009 var eitt serstakliga vánaligt ár fyri búskapin.

Samlaðu gjaldingarnar minkaðu við 2% umvegis a-skattaskipanina, og tað er fyrstu ferð síðan búskaparkreppuna í fyrru helvt av 1990-árunum, at gjaldingarnar umvegis a-skattaskipanina eru minkaðar.

Búskaparliga afturgongdin síðan fíggjarkreppuna hevur havt stóra ávirkan á inntøkurnar í landskassan.

Frá 2007 til 2009 minkaðu skattainntøkurnar við 82 miljónum krónum, samstundis sum avgjaldsinntøkurnar minkaðu heilar 442 miljónir krónur.

- Men tíðirnar eru batnaðar, ásannar Fíggjarmálaráðið.

Í 2010 komu 1,475 miljardir krónur krónur inn í landsskatti og 1,383 miljardir krónur í kommunuskatti.

Hetta er stór framgongd samanborið við seinastu tvey árini.