Framhald av valstríði

Javnaðarflokkurin legði um vikuskifti, sum fyrsti samgonguflokkur, hugskotið fram at skipa føroyskan almennan realkreditt. Fleiri flokkar halda uppá, at talan er um valflesk til eitt møguligt val, men Javnaðarflokkurin noktar fyri hesum

Hetta er eitt framhald av valstríðnum, sum Javnaðarflokkurin hevur koyrt í eina tíð.

Tað sigur Jenis av Rana, nú Javnaðarflokkurin, sum einasti samgonguflokkur, er komin við hugskotinum at skipa almennan føroyskan realkreditt.

– Eg eri ikki lækni, men var talan um ein patient, so hevði eg hildið, at tað var ein patientur, sum ikki livdi væl.

Tað sigur Kári P. Højgaard um sitandi samgongu og leggur afturat, at tað undrar hann, at so nógvar rakettir verða skotnar upp í luftina, tí hann heldur, at onki uppskot er gjøgnumarbeitt og allir flokkar og landsstýrismenn arbeiða í sjálvdrátti.

Høgni Hoydal í Tjóðveldi heldur tað sama.

– Tað tykist sum javnaðarflokkurin er í bili og roynir at blinka til vinstru, men vendir til høgru. Verður hetta ikki veruleiki, so er hetta bara valflesk.

Men tað er ikki bara andstøðan, sum leggur upp til at Javnaðarflokkurin førir valstríð.

– Tað mást tú spyrja Javnaðarflokkin um, men teir hava broytt máta at uppføra seg. Eg skal ikki siga um teir føra valstríð, sigur Jørgen Niclasen, sum sigur seg hava ein vón at samgongan heldur til nýggjárs.

Kaj Leo er meiri bjartskygdur.

– Eitt valstríð vildi verið kamikazepolitikkur, sigur samgonguleiðarin um spurningin, um Javnaðarflokkurin førir valstríð.

Hann leggur afturat, at hann ikki hevur sæð tað sum at flokkurin er í valstríðið, tí teir siga, at teir hava tað gott í samgonguni, og at hetta tekur hann fyri fult.

Javnaðarflokkurin avnoktar blankt, at hann við hesum førir valstríð, sum Miðflokkur serliga leggur upp til.

– Tað er ein viðmerking, sum eg ikki havi nakra viðmerking til. Kann Javnaðarflokkurin ikki hava meiningar, so veit eg ikki hvat skal bera til, sigur Jóannes Eidesgaard.

Hann leggur víðari afturat, at hetta onki hevur við valstríð at gera.

Somuleiðis leggur hann afturat, at orsøkin til, at tað kann tykjast sum at Javnaðarflokkurin ger meira burturúr, er tí hann hevur sagt ov lítið áðrenn.

– Eg kann lasta meg sjálvan við, at eg var í so passivur, tá eg byrjaði sum fíggjarmálaráðharri. Tað er møguligt, at eg geri tað rætta nú, og tað skeiva tá, heldur Jóannes Eidesgaard.