Føroyska felagið Dism hevur gjørt avtalu við íslendska Ölgerðinn Egill Skallagrímsson um at framleiða føroyska snapsin, sum higartil hevur verið gjørdur á Bornholm Hetta ber við sær, at ?Lívsins Vatn? frameftir verður framleitt á sprittfabrikkini á Borgarnesi í Íslandi.
Orsøkin til at framleiðslan nú verður flutt til Íslands er fyrst og fremst, at íslendska sprittfabrikkin er størri og meira framkomin.
Talan er um eina sprittfabrikk við nýmótans útgerð, javnari framleiðslu og einum samtaki aftanfyri við meir enn 200 starvsfólkum.
- Vit hava frá byrjan havt ætlanir um at framleiða fleiri sløg av brennivíni og vaksa. At vit nú flyta framleiðsluna til Íslands gevur okkum nýggjar møguleikar og størri kapasitet. Í so máta hóskar hendan fabrikkin munandi betri til okkara tørv, siga menninir handan Dism, Mortan Mols Mortensen og Erling Eidesgaard.