Tjóðveldi og Framsókn eru uttan iva stóru vinnararnir á valinum í kvøld.
Tjóðveldi vinnur 872 atkvøður í mun til seinast og fær 3.378 atkvøður í mun til 2.506 í 2012.
Framsókn vinnur 338 atkvøður og fær 1.037 í mun til 649 seinast.
Bæði Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fáa eisini fleiri atkvøður í mun til seinasta kommunuval. Javnaðarflokkurin fær 4.767 atkvøður, 168 fleiri enn í 2012, meðan Sambandsflokkurin gongur 75 atkvøður fram, frá 1.130 til 1.205.
Fólkaflokkurin er einasti flokkur, ið missir atkvøður. Hann fær 103 atkvøður færri enn á valinum í 2012. Orsøkin til, at allir flokkar uttan ein kunnu ganga fram, er, at stívliga 1.000 fleiri fólk hava valrætt í ár í mun til í 2012.