81 ára gamli Hans Christian Høier er ikki ein maður, sum ger serliga nógv fyri at vera sjónligur í danska listaheiminum.
Í sínum egna heimi hevur hann eitt, hann kalllar verkstað sítt, har ung listafólk fáa undirvísing og vegleiðing um, hvussu tey á bestan hátt fáa brúkt síni listarligu evnir. Lýst verður als ikki við verkstaðnum, enn ikki á uppsløgum á listaskúlum.
Tískil er tað bert ígjøgnum junglutrummurnar, ella sokallaða munn-til-munn háttin, í donskum listaumhvørvi at tað hoyrist um hendan verkstað hjá listamanninum, ið er nógv virdur millum næmingar sínar.
Nú hava tveir av hansara føroysku næmingum á verkstaðnum, møbeldesignarin Jógvan Biskopstø og keramikarin Vígdis Petersen fingið eina listaframssýning í lag í Føroyum, har verk hjá Høier verða sýnd fram.
Tey eru bæði útbúgvin á Danmarks Designskole, og tað var eisini har, at Vígdis hitti Hans Christian Høier, sum undirvísti á skúlanum. Soleiðis kom hon inn á verkstaðin. Jógvan kom síðan á verkstaðin umvegis Vígdis.
Havt nógvar føroyskar næmingar
Høier er fjølbroyttur í síni list. Umframt tekningar, málningar, akvarellir og grafikk hevur hann eisini gjørt fleiri skulpturar og ein altarvegg. Ein av skulpturum hansara er springvatnið framman fyri Nimb í Tivoli í Keypmannahavn.
Á framsýningini í Føroyum verða tó bert akvarellir, skitsur og grafikkur sýnd fram.
Millum føroyskar listamenn er Høier ikki heilt ókendur. Hann gekk í síni tíð á Kunstakademinum í Danmark samstundis sum Ingálvur av Reyni.
Millum mongu føroyingarnar, hann hevur undirvíst, teljast Tróndur Patursson, ið hevur verið næmingur á verkstaði hansara, og Edvard Fuglø, ið hevði Høier sum undirvísara á Danmarks Designskole.
Verk úr Føroyum
Hans Christian Høier hevur verið í Føroyum tvær ferðir, og nógv av hansara verkum eru av føroysku náttúruni. Harumframt hevur hann ferðast nógv í øðrum norðurlondum, og verk hansara byggja í stóran mun á íblástur hagani.
Tey bæði Vígdis og Jógvan hava onkuntíð roynt at róð upp undir fyri Høier, at hann átti at vitjað Føroyar aftur. Men tann 81 ára gamli Høier hevur borið seg undan við teirri grundgeving, at hann er komin ov langt upp í árini.
Men tá Vígdis einaferð kom fram við at tað kundi verið stuttligt at gjørt eina framsýning í Føroyum við verkum hansara, bar hann seg ikki undan.
Endin var at teir báðir føroysku fyrrverandi næmingarrnir tóku eitt heilt kuffert av hansara akvarellum, skitsum og grafikkverkum til Føroya, og í vikuni hava tey arbeitt við at velja listaverk út og seta tey saman til framsýningina.
Í kuffertinum var so at siga alt lívsverkið hjá listamanninum, so tað hevur verið eitt stórt arbeiði at seta verk samaan og velja onnur út undan framsýningini.
Sjálvur kemur Hans Christian Høier til Føroya fríggjadagin í sambandi við framsýningina, ið letur upp leygardagin.
Musikalsk strika
Á framsýningini vera tey flestu av teimum verkunum, ið listamaðurin hevur gjørt við íblástri úr Føroyum, at síggja. Hetta eru tekningar og akvarellir, ið eru sera friðarligar á at líta.
Litirnir í akvarellunum eru dempaðir, og kantarnir eru lítið markantir. Tekningarnar og skitsurnar eru framdar við einari lættari striku.
Tey bæði Jógvan og Vígdis kalla strikuna hjá Høier musikalska og greiða frá, at hann brúkar nógv tónleikin í sínum arbeiði við myndlist.
Hetta sæst aftur í nógvum av myndunum, ið onkuntíð minna eitt sindur um musikalsku myndirnar hjá Williami Heinesen.
Framsýningin av verkum hjá Hans Christian Høier letur upp í Smiðjuni leygardagin klokkan 14.00. Opið er fram til hósdagin 24. august. Allar dagar er opið millum klokkan 14.00 og 19.00.th;uni við tað drúgva fyrireikingarbeiðið, sum er gjørt undan fyrstu loyvisgevningini. Hann vísti á, at tað frá almennari síðu eru gjørdar nógvar fyrireikingar til oljuleiting, ikki bara í Oljumálastýrinum og Jarðfrøðisavninum, men í umsitingini sum heild. Her kann serliga verða nevnt arbeiðið, sum í løtuni verður gjørt í sambandi við tilbúgvingarætlanina. Talan er um eina rættiliga fjølbroytta verkætlan, ið flestu aðalstýrini onkursvegna eru uppí, t.d. verður ætlanin fyriskipað av Vinnumálastýrinum, Fiskimálastýrið hevur ábyrgdina av tilbúgvingini til havs, Almanna- og heilsumálastýrið av m.a. sjúkrahústilbúgvingini, Løgmansskrivstovan av møguligum lógarbroytingum og millumlandaviðurskiftum, meðan Oljumálastýrið hevur ábyrgdina av tí partinum, sum beinleiðis hevur við frálandsvirksemið at gera. Sum heild gongur hetta arbeiðið væl, men talan er um eina stóra uppgávu, sum krevur gott samstarvsstev millum allar teir luttakandi partarnar segði landsstýrismaðurin.
Áðrenn uppskotið um fyrsta útbjóðingarumfarið varð latið løgtinginum seinasta heyst helt landsstýrismaðurin ein fund við reiðara- og manningarfeløgini, har greitt var frá útboðsøki og væntaðum virksemi. -Tað er sera umráðandi, at vit allatíðina kunna um oljuvirksemið, soleiðis at fiskivinnan og oljuvinnan kunnu samstarva so skynsamt sum møguligt. Ætlanin er tí seinni í heyst at skipa fyri líknandi fundi, har greitt verður frá, hvørjar avleiðingar oljuleitingin, t.e. bæði leitiboringar og seismikkur, kann hava fyri fiskiskap á leiðunum, har leitað verður. Møguliga eigur eitt fast samstarvsforum at verða skipað. Sambært kolvetnislógini skal ein endurgjalds- og skaðabótanevnd setast við umboðum fyri fiskivinnufeløgini og loyvishavarar til oljuleiting. Oljumálastýrið fer at taka stig til, at henda nevndin verður mannað skjótast møguligt.
Sambært kolvetnislógini skal landsstýrismaðurin annaðhvørt ár lata løgtinginum eina frágreiðing, ið skal vera grundarlag undir einum oljupolitiskum orðaskifti á løgtingi. Tá útbjóðingarlógin varð løgd fyri løgtingið í fjør, nevndi Eyðun Elttør, at hon kom ístaðin fyri frágreiðingina, sum av røttum átti at verið løgd fram fyrstu ferð í 1999. Samstundis varð nevnt, at ætlanin var at lata løgtinginum eina frágreiðing, tá leitingarloyvini eru latin. Miðað verður eftir at gera eina frágreiðing, sum kann fevna eitt sindur breiðari enn bara um sjálva loyvisveitingina. Ætlanin er at greiða frá tí sum longu er hent á oljuøkinum, t.d. umhvørviskanningum, granskingarætlanum, útbúgvingum, vinnumenning o.s.fr. Í øðrum londum verður ætlað um ókendu kolvetnisnøgdirnar ? t.e. nøgdir, ið ikki eru staðfestar við boringum ? men nøgdir, sum mettar verða at fjala seg í undirgrundini. Slíkar metingar hava vit higartil ikki gjørt í Føroyum, m.a. tí torført er at ætla um hesi viðurskifti á basaltøkjunum. Frágreiðingin í heyst fer at geva eitt boð uppá, hvørjar kolvetnisnøgdir talan kann vera um í pørtum av føroyska økinum.