Á framsýningini er ætlanin at vísa fram oljumálningar, vatnlitsmyndir og tekningar. Í sambandi við framsýningina verður bók útgivin um listakvinnuna og hennara listarliga virksemi.
Listasavnið vil við hesum eisini nýta høvi til at skráseta allar hennara myndir á øðrum hondum, tí sambært viðtøkum Listasavnsins er eitt av endamálunum at útvega eitt yvirlit yvir føroysk listaverk á øðrum hondum. Listasavnið heitir tí á øll privat fólk og allar stovnar um at boða Listasavninum frá listaverkum eftir Ruth Smith, sum tey eiga ella vita um. Skrásettar myndir verða møguliga nýttar til omanfyri nevndu framsýning og bókaútgávu.
Útfyllingarskjal er at fáa í Listasavninum ella á heimasíðu Listasavnsins HYPERLINK "http://www.art.fo" www.art.fo. Skjalið kann síðan sendast til HYPERLINK "mailto:mortan@art.fo" mortan@art.fo. Møguleiki er eisini at seta tykkum í samband við okkum á telefonnummar 31 35 79 gerandisdagar millum 10:00 og 16:00 um hetta átak, sigur Listasavn Føroya í tíðindaskrivi.