Framsýning í Williamsstovu á páskum

Aftur í ár skipar Myndlist fyri spennandi málningaframsýning í Williamsstovu.

Tiltakið var sera væl eydnað í fjør, og tí hava tey í Myndlist lagt enn meira orku í fáa eina enn betri framsýning í ár.

 

Nøkur av verkunum eru frá farnum listafólkum, og tí er hetta eisini ein gott høvi at síggja, hvussu listin hevur flutt seg tey síðstu nógvu árini. Verk frá m.a. Mikines og Ingálvi vísa søguna, og verk frá Zacharias Heinesen og Tróndur Patursson lýsa væl okkara samtíð. Samstundis sæst nakað av tí allar besta, vit hava at bjóða innan myndlistina.

 

##med2##

 

Nevnast skal at dugnaríku Olsen brøðurnir, Hans Pauli, Torbjørn og Marius, eisini vísa fram sína list.

 

Nøvn sum Jóannis Kristiansen, Hanni Bjartalíð, Bárður Jákupsson, Bergithe Johannesen, Hansina Iversen, Tróndur Patursson, Sven Havsteen-Mikkelsen, Anker Mortensen, Mie Mørkeberg, Albert Bertelsen, Olivur við Neyst og nógv onnur eru at síggja á framsýningini, og verða øll verkini til keyps.

 

##med3##

 

Framsýningin er bert opin í ein dag, leygardagin 16. apríl kl. 14-20. og øll eru hjartaliga vælkomin.

 

##med4##