Tvey av stóru feløgunum í føroyskari fiskvinnuni fáa helst nýggjar eigarar um ikki so langa tíð.
Framtaksgrunnurin, sum eigur øll partabrøvini í bæði Føroya Fiskavirking og Føroya Fiskasølu, fyrireikar nú sølu av hesum partabrøvum.
? Fortreytirnar fyri eini privatisering av Fiskavirking og Fiskasøluni eru um at verða til staðar, sigur Vilhelm Petersen, sum er nevndarformaður í Framtaksgrunninum.
Hann kann ikki greiða nærri frá ætlaninum hjá Framtaksgrunninum, men helst verður meira at frætta seinni í vikuni skilst.
Nýggj íløgu
Endamálið hjá Framtaksgrunninum er at gera íløgur í feløg, sum hava brúk fyri pengum. Samstundis er endamálið, at Framtaksgrunnurin skal selja síni partabrøv, tá feløgini bera seg.
Bæði Føroya Fiskavirking og Fiskasølan hava staðið seg væl seinastu tvey-trý árini, og tí verða feløgini helst privatiserað í nærmastu framtíð. Komandi føroyski partabrævamarknaðurin er eitt upplagt amboð at brúka í privatiseringini av Fiskavirking og Fiskasøluni.
Framtaksgrunnurin er hinvegin á veg til at gera íløgu í Smyril Line, sum hevur brúk fyri nógvum nýggjum milliónum í partapeningi fyri at tryggja sær, at nýggja skipið hjá felagnum verður bygt og latið felagnum.