Skála og MB hava ikki lagt væl frá landi í hesum kappingarárinum. Liðini hava framvegis ikki fingið fult í árins útgávu av 1. deild.
Í gjár var botnuppgerð á Skála, tá miðvingar vitjaðu. Úrslitið gjørdist 1-1. Tað sama gjørdi dysturin við Løkin í Runavík, har næstbestu liðini hjá NSÍ og Víkingi spældu.
Skála og MB eru eftir sjey umfør fýra stig frá bjargingini.
Støðan í 1. deild:
1-4: B71, FC Hoyvík, TB, HB ? 13 stig
5-6: B68, VB/Sumba ? 12 stig
7: NSÍ ? 7 stig
8: Víkingur ? 6 stig
9-10: Skála, MB ? 2 stig
Komandi umfar, 16. mai:
NSÍ ? Skála
HB ? B71
B68 ? Víkingur
TB ? MB
FC Hoyvík ? VB/Sumba