Framvegis hol í roknskapinum

Óvissurnar eru ov nógvar, og tí ber í løtuni ikki til at fáa yvirlit yvir fíggjarstøðuna á Strandferðsluni. Tí verður ársroknskapurin gjørdur og grannskoðaður beinanvegin

Óvissurnar eru ov nógvar, og tí ber í løtuni ikki til at fáa yvirlit yvir fíggjarstøðuna á Strandferðsluni. Tí verður ársroknskapurin gjørdur og grannskoðaður beinanvegin.

 

Í kjalarvørrinum á vánaligu fíggjarstøðuni á Strandferðsluni bað landsstýrismaðurin í vinnumálum grannskoðarafyritøkuna Januar gera eina frágreiðing, ið lýsir høvuðstølini í roknskapinum hjá Strandferðsluni pr 30. november.

 

Frágreiðingin varð gjørd og latin Vinnumálaráðnum fríggjakvøldið 20. desember. Men frágreiðingin hjá Januar varð steðgað, áðrenn politiska skipanin og almenningurin nakrantíð slapp at síggja hana.

 

Fleiri feilir vóru í frágreiðingini, sum tí ikki varð almannakunngjørd, upplýsti aðalstjórin í Vinnumálaráðnum, Bjørgfríð Ludvig.

 

Les eisini: Eingin frágreiðing í ár

 

Sambært grannskoðarafyritøkuni Januar komu fleiri viðurskifti undan kavi, eftir at tey lótu Vinnumálaráðnum frágreiðingina.

 

- Millum annað hevur roknskaparleiðslan eftirfylgjandi upplýst, at lønarkostnaðir eru ikki fullfíggjaðir og at ivasamt er, um bókaðu viðlíkahaldskostnaðirnir eru rættvísandi. Hetta hóast vit tóku neyðug stig at sanna hesar upplýsingar í samband við okkara gjøgnumgongd.

 

Tað siga statsautoriseraðu grannskoðararnir Heini Thomsen og Jørman Petersen, báðir umboðandi Januar, í brævi til Vinnumálaráðið fríggjadagin 27. desember.

 

Grannskoðarafyritøkan og Vinnumálaráðið umrøddu støðuna á fundi henda fríggjadagin. Eftir fundin er greitt, at endaligt svar uppá fíggjarstøðuna hjá Strandferðsluni fæst ikki fyrr enn í februar.

 

Partarnir eru samdir um at gera allan roknskapin hjá Strandferðsluni lidnan beinanvegin, soleiðis at hann eisini verður grannskoðaður beinanvegin.

 

Men fyri at fáa eina fullfíggjaða mynd skal arbeiðast skjótt. Bókhaldið hjá Strandferðsluni skal vera ”avsluttað og avstemmað” í seinasta lagi hálvan januar, og heitir Januar á Vinnumálaráðið um at tryggja, at tað eisini verður gjørt.

 

Afturfyri lovar Januar at leggja ein fullfíggjaðan og grannskoðaðan roknskap hjá Strandferðsluni fyri 2013 á borðið hjá Vinnumálaráðnum 10. februar.