Í gjár vóru trý ár liðin, síðani tann eysturríkska gentan Natascha Kampusch slapp til rýmingar úr kjallaranum hjá Wolfgang Priklopil, sum hevði havt hana sum fanga har í meiri enn átta ár.
Men Narascha Kampusch kennir seg framvegis ikki hava fingið frælsi. Við eysturríkskar og týskar fjølmiðlar sigur hon, at hóast trý ár eru liðin, síðani hon slapp útaftur, at situr hon rættiliga nógv inni hjá sær sjálvum og fær tíðina at ganga við at lesa, tekna og at taka myndir.
Við týska blaðið Süddeutsche Zeitungsigur hon, at lívið er ikki so gott, sum hon hevði ímyndað sær.