Framvegis javnt í oddinum

Hinvegin má EB/Streymur metast at vera endaliga avskrivað í kappingini um gullkrónurnar, tí við tapinum fyri NSÍ í dag eru teir níggju stig aftanfyri júst NSÍ og so eisini B36. Tað vóru miðvallarleikararnir Heini í Skorini og Nenad Stankovic, sum syrgdu fyri, at liðini teir umboða fingu trý stig í dag. Samstundis vann HB á VB/Sumba, og soleiðis hava teir reyð-svørtu lagt seg trý stig frammanfyri EB/Streym.

HB vann dystin við seks málum móti tveimum, og soleiðis fekk VB/Sumba seks mál ímóti sær annan dystin á rað. Hjá HB gjørdi Milan Kuljic trý mál, Rókur av Fløtum Jespersen tvey og Kári Nielsen eitt. Dan Djurhuus og Marco Moravic gjørdu málini hjá VB/Sumba.

Fjórði dysturin, sum er liðugt spældur, var á Skála har B71 vitjaði. Gestirnir vóru oman á í fyrra hálvleiki og vertirnir í seinni, og tí var tað ikki annað enn uppiborið, at liðini býttu stigini sínamillum í málleysa dystinum.

 

Fimti dysturin í dag byrjaði kl. 17.00 á Argjum, har sperdu vertirnir taka ímóti KÍ.

 

Úrslitini og støðan higartil í 22. umfari í Formuladeildini:

 

EB/Streymur ? NSÍ 0-1

GÍ ? B36

HB ? VB/Sumba 6-2

Skála ? B71 0-0

AB ? KÍ byrjaði kl. 17.00

 

1. B36 48

2. NSÍ 48

3. HB 42

4. EB/S 39

5. KÍ 28

6. Skála 27

7. GÍ 26

8. B71 23

9. AB 14

10. VB/S 11