Í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, er valtíðin longd.
Valstaðið í ítróttarhøllini Nuuk skuldi lata aftur nú klokkan 22 - klokkan 20 grønlendska tíð - men tað eru framvegis borgarar, sum ikki vóru komnir ígjøgnum bíðirøðina til atkvøðukassarnar.
Tí heldur atkvøðugreiðslan fram, til øll, sum komu áðrenn afturlatingartíð, hava atkvøtt.
Tað fer væntandi at taka millum hálvan tíma og ein heilan tíma, sambært bæði DR og TV 2.
Tað seinkar eisini atkvøðuteljingina seinni, segði Bea Lennert Mølgaard, valstjóri í Godthåbhallen í Nuuk, hálvan tíma áðrenn dyrnar lótu aftur.
- Tey, sum eru her klokkan átta, sleppa at atkvøða. Men vit lata sjálvandi hurðarnar aftur klokkan átta so tey møttu kunnu atkvøða. Okkara uppteljing, sum vit væntaðu eitt sindur eftir klokkan átta, verður útsett til seinni, sigur Bea Lennert Mølgaard.
Hon upplýsti eisini, at veljaraluttøkan var 51 umleið klokkan 18 grønlendska tíð.
Bea Lennert Mølgaard hevur verið "eitt sindur ovfarin" av, hvussu nógvir borgarar hava møtt upp at velja í Nuuk týsdagin.
- Fyrr hevur tað verið soleiðis, at tað tynnist út um morgunin. Men í dag er tað als ikki tynt út. Tað hava verið nógv fólk alla tíðina.
Godthåbhallen er einasta stað, har tú kanst atkvøða í Nuuk.
Tilsamans eru 72 valstøð í Grønlandi, har teir 40.369 veljararnir, sambært almennu valheimasíðuni valg.gl, kunnu atkvøða.
(DAGFØRING kl 22:40: Nú er valstaðið í Nuuk stongt, kl 20:40 grønlendska tíð.)
/Ritzau/