Vit eru ikki meiri enn komin yvir ódnina fríggjanáttina, so er aftur nógvur vindur á skránni.
Í morgun boðar landsverk frá nógvum vindi kring landið.
Sambært heimasíðu teirra var fyri løtu síðani 30 metrar um sekundið í Porkeri, og 32 metrar um sekundið við Norðadalsskarð.
Boðað verður eisini frá nógvum vindi á Gøtueiði. Har vísti mátarin 30 metrar um sekundið.
Heitt verður á bilførarar um at hava fyrilit fyri tí nógva vindinum.