Lágtrýstini og brúgvaløgini halda á at fara framvið Føroyum, við regni og vindi.
Í dag verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, út á dagin í støðum upp í strúk í vindi, um 12 m/s, av suðri. Skýggjað, támut og seinnapartin regn av útsynningi. Út á dagin klárar tó í, men framvegis okkurt ælið. Hósnáttina okkurt ælið og sum frá líður skýggjað vestanfyri. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.
Skírisdag øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, sum snarar í ein útsynning og vestan. Skýggjað og regn av útsynningi, men út á dagin klárar í av vestri, tó okkurt ælið. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig. Um náttina framvegis stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og ælaveður og hitin um 3 stig.
Langa Fríggjadag verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útsynningi, 10 til 15 m/s, sum út á dagin snarar í ein sunnan. Fyrrapartin ælaveður, annars turt og sólglottar eitt skifti, men út á dagin skýggjað av útsynningi og um kvøldið fer at regna. Hitin um 8 stig. Um náttina makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Tað klárar í og verður yvirhøvur turt. Hitin millum 3 og 6 stig.
Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, um náttina snarar hann í ein landnyrðing og øtlar upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og stundum regn ella ælaveður, men um náttina yvirhøvur turt. Hitin alt samdøgrið millum 2 og 6 stig.
Páskadag øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri og landnyrðingi, 10 til 15 m/s, og um náttina snarar hann í ein norðan og útnyrðing og makar vindin nakað. Skýggjað og stundum regn. Hitin millum 2 og 6 stig.
2. Páskadag verður lot til andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur turt og møguliga sólglottar. Hitin millum 2 og 6 stig.
Um veðurforsøgnin frá DMI ikki líkar tær, trýst so her fyri at síggja veðurforsøgnina hjá yr.no.