Laurent Blanc er nýggjur franskur landsliðsvenjari og hann hevur veruliga gjørt um seg. Sum tað fyrsta, so hevur hann givið teimum 23 leikarunum, sum gjørdu franskalandsliðnum og Fraklandi sum heild fyri skommum í Suðurafrika, tey boð, at ongin av teimum verður við á franska landsliðnum, sum komandi mánað skal spæla venjingardyst ímóti Norra í Oslo.
- Vit boykottaðu venjingina í Suðurafrika sum eitt lið. Vit valdu at boykotta eina venjing, tí vit kendu okkum einsamallar og kendu á okkum, at ongin vildi verja okkum, men vit fóru ov langt. Tað var ein løgin avgerð og ikki minst ein stórur feilur. Tað var skíti býtt, men vit høvdu so nógvar trupulleikar at dragast við, sigur Hugo Lloris, sum vardi franska málið í HM endaspælinum.
Ímyndin av franska landsliðnum er so vánanlig sum ongantíð fyrr. Fyrst komu teir til HM við hjálp av hondini hjá Thierry Henry. Síðani uppførdu teir seg sum nøkur óarga smábørn og kundu millum annað ikki spæla til hvønn annan, tí teir ikki kundu einast innanhýsis. Tað endaði við, at Niclas Anelka varð sendur heim og leikararnir boykottaðu eina venjing.
- Vit vilja allir betra um ímyndina av franska landsliðnum. Vit mugu hava viðring fyri fronsku landsliðstroyggjuni, landsliðnum og Fraklandi, sigur Hugo Lloris.
Frakland vitjar í Norra 11. august.