Fransmenn hepnir at vinna á Íslandi

Fleiri av liðunum, sum skulu til EM-endaspælið í Póllandi og Ukraina í summar, stóðu seg illa í venjingardystum um vikuskiftið. Danmark, Týskland og Niðurlond taptu sínar dystir ímóti ávikavist Brasil, Sveis og Bulgaria, og tað var eisini líkt til, at Frakland fór at tapa á heimavølli ímóti íslendingum í gjár.

 

Í 28. minutti komu íslendingar á odda 1-0, og seks minuttir seinni komu teir upp á 2-0. Hetta var eisini hálvleiksstøðan, men í seinna hálvleiki eydnaðist tað fransmonnum at venda gongdini. Í 52. minutti minkaðu teir til 1-2, og í teimum seinastu fimm minuttunum eydnaðist tað fransmonnum at fáa tvey mál og at tryggja sær ein tepran 3-2 sigur.

 

Nøkur onnur úrslit av venjingardystum um vikuskiftið:

 

USA-Skotland 5-1 (2-1)

Honduras-Ný Sæland 01 (0-1)

Albania-Iran 1-0 (0-0)

Wales-Meksiko 0-2 (0-1)