Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í FC Fredericia høvdu í dag torføran dyst á heimavølli móti FC Midtjyllandi í bestu donsku fótbóltsdeildini.
Á Monjasa leikvøllinum í Fredericia vann FC Midtjylland stórsigur 4-0. Miðjútlendingarnir skoraðu tvey mál í hvørjum hálvleiki. Útiliðið hevði bóltin 68 prosent av tíðini, og teir høvdu væl fleiri málmøguleikar enn heimaliðið.
Sambært Soccerstand/Flashscore var Mattias næstbesti leikarin hjá Fredericia. Mattias fekk karakterin 6,6 (av 10). Verjuleikarin, Frederik Rieper fekk 6,7, annars lógu hinir millum 5,2 og 6,4.
FC Fredericia-FC Midtjylland 0-4 (0-2)
0-1 Franculino Dju (29.)
0-2 Cho (35.)
0-3 Mikel Gorgoza (50.)
0-4 Junior Brumado (53.)
Fredericia hevur nú tapt fimm dystir á rað í superliguni. Teir eru næstaftast í deildini við 11 stigum.
Mikudagin klokkan 17 spælir FC Fredericia áttandapartsfinalu í steypakappingini. Tá kemur Viborg á vitjan á Monjasa leikvøllinum. Viborg liggur á 10. plássinum í superliguni, og tí skuldu Mattias og liðfelagarnir havt ein góðan møguleika í hesum dystinum.











