- Vit eru sera fegnir um, at Jónhard tekur eitt tørn afturat fyri felagið. Síðan hann gjørdist NSÍ?ari í 2007 eru vit vorðin støðugt meira glað fyri hansara leiklut í felagnum. Hann er ein umskúlaður framrættaður leikari, tí hann røkti plássið sum høgri bakkur í farna kappingarári. Vit sanna, at hann gjørdi eitt somikið gott arbeiði á hesum plássinum, at hann á ársveitsluni varð kosin árins leikari hjá NSÍ, sigur Andrias Lamhauge, formaður, við heimasíðuna.
29 ára gamli Jónhard Frederiksberg hevur spælt tríggjar altjóða skrásettar landsdystir fyri Føroyar. Hann hevur áður umboðað barndómsfelagið Skála.