Ert tú staddur uttan fyri Føroyar í lestrarørindum, varðveitir tú valrættin. Tað er tó treytað av, at tú hevur búð í Føroyum og hevur verið skrásettur í føroyska fólkayvirlitinum í minsta lagi fimm ár tilsamans.
Tú mást ikki hava havt tilhald uttan fyri Føroyar í meira enn átta ár.
Fyri at velja, skalt tú søkja um at sleppa á veljaralistan í tí kommunu, har tú seinast vart skrásett. Tú søkir á Vanganum. Rita inn við tínum Samleika.
Søk um atkvøðurætt til løgtingsval
Tórshavnar kommuna skrivar, at í morgin tann 5. mars 2026 er seinasti dagur, Tórshavnar kommuna kann taka avgerð um upptøku á veljaralistan til løgtingsvalið 2026. Tað vil siga, at tín umsókn má vera Tórshavnar kommunu í hendi nakað áðrenn afturlatingartíð 5. mars 2026 klokkan 16.











