Freistin at søkja vanligan stuðul til mentan og list er 1. desember

Vanligur stuðul er ein av tveimum stuðulstættum hjá Tórshavnar kommunu, sum eru ætlaðir verkætlanum. Vanligur stuðul verður latin tríggjar ferð um árið, og næsta freist at søkja er mánadagin 1. desember 2025 á midnátt.

 

Tú kanst søkja um upphæddir ímillum 20.000 og 100.000 krónur. Upphæddin, tú søkir um, kann í mesta lagi vera 50 prosent av samlaðu fíggjarætlanini.

 

Umsóknirnar verða viðgjørdar á fundi í mentamálanevndini fyrst í januar, og svar kann væntast síðst í sama mánaði.

 

Hetta skrivar torshavn.fo, og har síggjast eisini fleiri upplýsingar hesum viðvíkjandi.